Summarferiuavloysarar í Páls Høll

Páls Høll søkir eftir summarferiuavloysarum at byrja skjótast gjørligt. Starvið sum lívbjargari inniheldur eisini kundaavgreiðslu, reingerð o.a. fyrigallandi arbeiði. Ynskiligt er, tó ikki ein treyt, at avloysarar hava prógv í lívbjarging og fyrstuhjálp. 

Størvini verða lønt samsvarandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsfelagið.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Davið Tór Hafsteinsson á telefon 28 50 00 ella hallir@vagur.fo.

Vágs kommuna

Facebook viðmerkingar