Størv leys at søkja í Sumbiar skúla

Hesi størv eru leys at søkja í Sumbiar skúla, skúlaárið 2025/26
 · 1 tíðaravmarkað lærarastarv vegna avlopstímar. Tímatalið verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1. sept 2025
 · 1 tíðaravmarkað námsfrøðingastarv á 22 klokkutímar um vikuna.

 Søkt verður eftir starvsfólkum, sum:
 – leggja dent á fakliga og námsfrøðiliga menning
 – eru røkin, nærløgd og stundislig
 – eru samstarvs- og virkisfús
 – eru fyrikomandi
 – eru sinnað at taka á seg uppgávur, ábyrgdir og avbjóðingar, sum starvið krevur
 – duga væl at samstarva
 – hava góðar KT-førleikar

Førleikakrøv til lærarastarvið
Tann, ið sett verður, skal hava læraraútbúgving; tó kunnu
umsøkjarar, sum fáa prógv í summar, søkja á jøvnum føti við
tey, sum longu hava lokið prógv. Tann, ið sett verður í
lærarastarvið, má kunna átaka sær at undirvísa í ítrótti,
føroyskum, støddfrøði, søgu, enskum, kristni og heimstaðarlæru.
Skúlanum tørvar lærara, ið kann átaka sær at vera flokslærari.

Lønar- og setanartreytir hjá læraranum
Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at
tann, sum verður sett, eru tænastumannasett frammanundan. Starvið er
lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Lærarafelag. Lønarbrotið til tíðaravmarkaða lærarastarvið vegna
avlopstímar, verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1. sep. 2024.

Førleikakrøv til námsfrøðistarvið
Umsøkjarar skulu hava prógv sum námsfrøðingar, og/ella royndir
innan skúlaøkið. Umsøkjarar, sum fáa prógv í summar, kunnu søkja
á jøvnum føti við tey, ið longu hava prógv.

Lønar- og setanartreytir hjá námsfrøðinginum
Starvið sum námsfrøðingur er sáttmálasett, og verður lønt
sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Pedagogfelag.
Barnaváttan verður kravd.

Umsóknir
Umsóknir við CV og avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu
vera skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 12. mei 2025 kl.
12.00. Umsóknir verða sendar skúlanum á teldupost sum@skulin.fo
 Meir fæst at vita um størvini við at venda sær til Ceciliu Nolsøe
Sørensen á tlf 591985 ella á omanfyri nevndu teldupostadressu.
  ______________________________________________________________________

Í Sumbiar skúla ganga 34 næmingar skúlaárið 24/25 frá 1. til 7.
flokk. Á skúlanum starvast, umframt skúlastjóran, tríggir lærarar,
ein námsfrøðingur, húsavørðurin og vaskifólkið.

Facebook viðmerkingar