
Frá Strandferðsluni viðvíkjandi siglingini á leið 7 millum Krambatanga og Tórshavn sunnudagin, 23. februar:
Vegna vánaliga veðurforsøgn fyri sunnudagin verður siglt soleiðis á leið 7:
Frá Krambatanga klokkan 13:00.
Frá Tórshavn klokkan 15:30.
Aðrir túrar verða ikki sigldir á leið 7 sunnudagin.
Øll, sum hava bílagt ferðaseðil til avlýstu túrarnar, fáa peningin endurgoldnan.
Vit mæla ferðandi, sum høvdu bílagt pláss á avlýstu túrunum, til at bíleggja sær pláss á túrunum klokkan 13 og 15.30. Hetta kann gerast á heimasíðuni: booking.ssl.fo.
Facebook viðmerkingar