Summarkonsertin hjá Suðuroyar Musikkskúla verður í SALT í ár, og fer av bakkastokka mikudagin 30. mai kl 17. Her verður høvi at hoyra næmingarnar framføra bæði hvør sær og í orkestri. Konsertin varðar umleið ein góðan tíma.
Seinastu árni hevur summarkonsertin annars verið hildin á Seglloftinum við mati aftaná. Men í ár ber hetta ikki til, av tí at bara annað hølið er tøkt á Seglloftinum í løtuni. Hetta kemst av, at arbeiðsmenninir á Varðanum Pelagic eta í hinum hølinum dagliga, inntil nýggi bygningurin er liðugur.
Úr Suðuroyar Musikkskúla verður sagt, at øll eru hjartaliga vælkomin á summarkonsert skúlans mikudagin í SALT.
Facebook viðmerkingar