Suðringar hava sent inn mótmæli til Fótbóltssamband Føroya um dystin í hálvfinaluni í Løgmanssteypinum ímóti B36 í Gundadali. Dysturin er ásettur at verða kl. 17, men nakrir av leikarunum hjá Suðringum kunnu ikki verða í Gundadali fyrr enn umleið kl. 16.
Julius Vest Joensen sigur við Suðuroyarportalin, at Suðringar hava mótmælt at dysturin er ásettur at verða kl. 17 og at teir ikki spæla dystin fyrr enn kl. 18.
Støðan er tann, at nakrir leikarar skulu til próvtøku við Skúladepilin í Suðuroy í morgin og hava Suðringar leiga tyrluna at flúgva teir norður til dystin. Men hesir leikarar kunnu ikki verða í Gundadali fyrr enn umleið kl. 16, og tað er ikki rímiligt, at okkara leikarar ikki hava sama møguleika at fyrireika seg til dystin, sum B36.
Tí hava vit eisini gjørt av, at vit spæla ongan dyst í Gundadali í morgin, fyrr enn í fyrsta lagi kl. 18, sigur Julius Vest Joensen.
Suðringar hava mótmælt dystartíðina í Gundadali og vilja hava dystin fluttan frá kl. 17 til kl. 18.
Facebook viðmerkingar