Í dag var ítróttarøkið á Eiðinum í Vági karmur um stórt ítróttartiltak fyri stóran part av ungdóminum í Suðuroynni.
Tað hevur verið árligt og afturvendandi tiltak í útvið 40ár, ið Miðnámsskúlin við Magna Eystan Á á odda, hevur fyriskipað øll hesi árini.
Longu kl. 08.00 vóru ungdómarnir úr Miðnámsskúlanum, Ítróttarháskúlanum, Føroya Eftirskúla, Serbreytini og 10. flokkunum í Vágs- og Tvøroyra skúla samlaði á Eiðinum, har tónleikurin rungaði.
Ungdómurin var klárur og pyntaður, nú teir høvdu fingið ymisk lond at umboða, og tí var rættuliga nógv gjørt burtúr, við litum, tónleiki og eitt nú sauna og øðrum, ið knýtti seg at landinum, tey umboðaðu.
Undir leiðslu av Magna Eystan Á var boðið vælkomin og kunnað um dagin, áðrenn miðnámsskúlalærarar og starvsfólk fóru undir eina stuttliga og hugnaliga upphitan.
Síðani byrjaði fótbóltskappingin á vøllinum, sum hvørt ár hevur sera stóra luttøku. Tað bleiv Finland, sum stóð sum vinnari, eftir tvey umfør og finalu. Tey fingu steyp og gávur. Samstundis sum fótbóltskappingini var, hugnaðu onnur sær við diskgolf, ið eisini er sett upp kring økið á Eiðinum.
Innandura vóru badminton, boccia og zumba á skránni og finalan í badminton bleiv spæld beint undan døgurðasteðginum, har næmingur av ítróttaháskúlanum streyk avstað við sigrinum.
Eftir frálíka døgurðan, ið var borðreiddur í VB-húsinum, fóru øll, bæði næmingar og starvsfólk úr øllum skúlunum, undir stóru flogbóltskappingina í Vágs høll.
Skúlaítróttardagurin er eitt stuttligt, samansjóðandi og eisini hugnaligt tiltak, ið vónandi heldur á eisini komandi árini.











Facebook viðmerkingar