Niels Juel Arge fer úr starvi sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins

BySuðuroyarportalurin

17. november 2025

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið og Niels Juel Arge eru í dag vorðin samd um, at Niels Juel Arge fer úr starvi sínum sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins. 

Niels Juel Arge er fríttstillaður frá d.d.. Hann skal tó komandi tíðina vera til taks at svara fyrispurningum, sum kunnu stinga seg upp m.a. í sambandi við, at eitt stjóraskifti fer fram á Strandfaraskipum Landsins. 

Dánjal Samuelsen, samferðsluleiðari á SSL, tekur við sum virkandi stjóri.

Facebook viðmerkingar