Salmundur tvey ár afturat í FC Suðuroy

BySuðuroyarportalurin

18. november 2025

Enn ein drúgvastu og royndastu leikarum hjá FC Suðuroy hevur gjørt nýggjan sáttmála fyri komandi árini. Talan er um 2-ára sáttmála.

Við 144 dystum í bestu deildini og 100 dystum í 1. deild, er Salmundur Bech uttan iva ein av royndastu leikarum hjá FC Suðuroy, og tískil er tað sera umráðandi, at menn sum Salmundur framhaldandi eru partur av okkara felagi, skrivar FC Suðuroy á Facebook-vanganum.

Facebook viðmerkingar