Løgtingið hevur nú við 3. viðgerð samtykt, at Íleggingargrunnurin fær heimild at veita P/F Suðuroyartunlinum lán á í mesta lagi 350 mió. kr. Lánið kann vera rentufrítt og fellur til gjaldingar upp til 30 ár eftir, at lánið er latið
Við hesum er fíggjarliga grundarlagið undir Suðuroyartunlinum styrkt.
Á fíggjarlógini fyri 2025 eru settar 100 mió. kr. í PF Suðuroyartunnilin. Nú verða fara so 350 mió. kr. afturat frá Íleggingargrunninum. Og ætlanin er, at tað fara 100 mió. kr. um árið á fíggjarlógini tey næstu 9 árini til Suðuroyartunnilin.
Og tá Suðuroyartunnilin er liðugur, so verður siglandi Suðuroyarleiðin niðurløgd og siglandi Skúvoyarleiðin niðurløgd – og tann játtanin fer til Suðuroyartunnilin – og verður hetta, saman við gjøldunum fyri at koyra ígjøgnum tunnilin, fíggjarligt grundarlag undir Suðuroyartunlinum.
Dennis Holm, løgtingslimur fyri Tjóðveldi


Facebook viðmerkingar