Seinastu hálvu øldina hava skiftandi landsstýri og løgting gjørt munandi íløgur í føroyska samferðslukervið soleiðis, at føroyingar kunna búgva, virka, arbeiða og ferðast í øllum landinum.
Við Sandoyartunlinum hava 91% av føroyingum fingið henda møguleika við føstum vegasambandi
Við einum møguligum Suðuroyartunli verða 99% av fólkinum í Føroyum knýtt saman við føstum vegasambandi.
Suðuroyggin er tann einasta stóra oyggin, sum eftir er, ið ikki hevur fast samband, og ferðasambandið er til tíðir heldur óstøðugt. Harumframt vísa øll tøl, at Suðuroyggin er í eini serstøðu, tá tað snýr seg um haldføristrupulleikar, sum bara gerast verri, um onki verður gjørt.
Hóast fólkavøksturin hevur verið stórur samanlagt í Føroyum seinastu 10 árini, er fólkatalið minkað í Suðuroynni. Minkingin er grundað á fólkafráflyting og lægri burðartal. Hetta merkir, at tey eldru eru ein lutfalsliga størri partur av fólkinum, meðan tey í arbeiðsførum aldri og børnini eru lutfalsliga færri í tali.
Samstundis eru fleiri avbjóðingar viðvíkjandi arbeiðsmarknaðinum í Suðuroynni – samanborið við restina av landinum. Miðalinntøkan er lægst í Suðuroynni, og ein minni partur av íbúgvunum eru í starvi ella starvssøkjandi.
Suðuroyarfarleiðin kostar milliardir – eisini uttan ein Suðuroyartunnil
Suðuroyartunnilin er ein neyðug íløga, um gongdin í Suðuroynni skal vendast. Samstundis kann talan gerast um eina skilagóða fíggjarliga íløgu, tí verandi sjóvegis farleið er kostnaðarmikil.
Men óvissan um kostnaðin av einum møguligum Suðuroyartunli er framvegis stór.
Tað kann vísa seg, at kostnaðurin av tunlinum gerst munandi hægri enn væntað verður í løtuni, og at kostnaðurin eisini kann gerast ov høgur og tyngjandi fyri fíggjarlógina, politiska rásarúmið og haldførið.
Men lógaruppskotið, ið verður lagt fram í dag, snýr seg ikki um at fara í gongd við ein Suðuroyartunnil. Tað er ein heimild at nýta uml. 70 mió. kr. til fyrireiking, prosjektering og útbjóðing av verkætlanini.
Tá verkætlanin hevur verið í útboði, og kostnaðarmetingin verður neyvari, skal politisk støða takast til, um tunnilsverkætlanin skal fremjast.
Vísir tað seg, at kostnaðar- og rentustøðið er rímiligt, kann talan gerast um eina góða íløgu. Vísir tað seg hinvegin, at tað er ov høgt, hevur politiska skipanin møguleika at steðga á.
Ein loysn, sum letur seg gera
Tað eru bara nøkur fá ár síðan, at ivamálið var, um tað yvirhøvur ber til at fara í gongd við eina verkætlan sum Suðuroyartunnilin.
Nú hevur kjakið og vitanin flutt seg, tíbetur, men atlitini eru blivin mong í tali. Tey eru bæði politisk, umhvørvislig, búskaparlig og persónlig. Øll atlit skulu takast við, tá avgerð verður tikin. Men fyri verkætlanina er tað tó avgerandi at halda fast í høvuðsatlitinum:
Skulu vit hava ein Suðuroyartunnil, má tað vera ein loysn, sum letur seg gera.
Í 2022 játtaði løgtingið 4 mió. kr. til partapening at seta í P/F Suðuroyartunnilin, sum tá bleiv stovnað, tí farast skuldi undir at fyrireika ein Suðuroyartunnil.
Í fíggjarlógunum 2023 og 2024 vórðu játtaðar samanlagt 20 mió. kr. til neyðugar forkanningar, sum P/F Suðuroyartunnilin hevur staðið fyri.
Eg virðismeti sjálvsagt allar hugsanir, nýggja vitan og sjónarmið, ið koma fram í kjakinum um at koma víðari í fyrireikingunum av einum møguligum Suðuroyartunli.
Men eg havi eisini eina ábyrgd at virða fakkunnleikan hjá P/F Suðuroyartunlinum og ráðgevum teirra – bæði føroyskum og útlendskum – sum hava staðið fyri øllum undirsjóvartunlum í Føroyum.
Høvuðsatlitið má vera ein trygg og fíggjarliga skynsom loysn. Suðuroyartunnilin verður størsta íløga, sum nakrantíð verður gjørd í Føroyum, um hon verður til veruleika.
Tí er alneyðugt, at verkætlanin fyrst og fremst kann lata seg gera og haraftrat, at hon verður gjørd uttan óneyðugar váðar.
Vit mugu lurta, men vit mugu eisini velja
Tá vit taka støðu til eina loysn, mugu vit sjálvsagt lurta, men vit mugu eisini velja. Tað er okkara uppgáva sum politikarar.
Mín leiklutur sum løgmaður hevur verið at taka støði í tí, sum løgtingið hevur samtykt. Og tað sigur seg sjálvt: Ein og hvør løgmaður má fyrihalda seg til tað, sum eitt og hvørt løgting hevur samtykt. Soleiðis er skipanin, vit arbeiða í.
Eg haldi, at gongdin í arbeiðinum lýsir hesa samansettu uppgávuna væl. Tá politiski viljin er broyttur, so eru fleiri kanningar gjørdar, politiska skipanin hevur fingið kunning og havt møguleika at gera eina samlaða meting.
Úrslitið av hesari tilgongdini er lógaruppskotið, sum nú skal viðgerast – og avgerast – í løgtinginum komandi tíðina.
Aksel V. Johannesen, løgmaður


Facebook viðmerkingar