Vágskálin í KVF á veg út av eggini: Tíðindaflutningurin um Suðuroyartunnilin einsíðugur og bara neiligur

BySuðuroyarportalurin

9. desember 2025

Í skemti hava fólk kring landið – ja, rætt skal verða rætt, tey flestu við onkrum tilknýti til Suðuroynni – seinastu vikurnar skrivað uppsløg á m.a. Facebook um flovisliga einsíðuga tíðindaflutningin hjá almenna Kringvarpi Føroya um Suðuroyartunnilin.

Fleiri hava gjørt gjøldur burturúr KVF og hava víst á, at KVF manglar at tosa við Rabarbufelagið á Oyri, Landsfelagið fyri Moyggjabita-teljarar, Rótasúpanar-samkoman á Skála, Likku-vinir í Dali, og Buddingafelagið á Viðareiði.

Reaktiónin á m.a. Facebook koma í kjalavørrinum av at KVF við hvørt høvið, sum býðst, heldur mikrofon fyri fólki og felagsskapum, sum eru hart ímóti øllum møguligum viðurskiftum kring Suðuroyartunnilin. Ein av døgunum herfyri, vóru neiligu tíðindini í almenna Kringvarpi Føroya enntá grundað á “leysasøgur” um vegaføring.

Men tá tað kemur til almenna fundin, sum var í Suðuroynni fyri tveimum vikum síðani, har kunnað varð um Suðuroyartunnilin, var KVF sjálvandi ikki á hesum fundinum við upptøkutólum og mikrofonum.

Eftir fundin var ein yvirlýsing, eitt tíðindaskriv sent øllum miðlum – eisini til KVF. Men KVF segði sjálvandi ikki eitt orð um hetta hvørki í útvarpinum, sjónvarpinum ella á heimasíðuni.

Almenna Kringvarp Føroya eigur at tryggja at søgur verða lýstar til fulnar. Men í hesum málinum hevur KVF spælt totalt fallitt og hevur valt at hava bara ein vinkul til Suðuroyartunnilin, og tann vinkulin er neiligur úr einum enda í annan.

Hetta er átaluvert og eigur leiðslan og stýrið í KVF at fáa hetta í rætt lag beinanvegin.

Facebook viðmerkingar