Í vikuskiftinum vann 1. deildarliðið hjá FC Suðuroy uppflyting í Meistaradeildina í fótbólti hjá monnum. Hetta varð greitt eftir ein undirhaldandi dyst á Eiðinum í Vági ímóti oddaliðnum í 1. deild, B71, har FC Suðuroy vann 4-1.
Fótbóltsáhugaðir suðuroyingar úti og heima settu seg við spenningini at hyggja eftir ítróttarsendingini 3-2 hjá KVF mánakvøldið. Hvat man fara at koma um uppflytingina hjá FC Suðuroy?
Men har var ikki eitt orð, eiheldur ein mynd ella eitt filmsbrot um at FC Suðuroy aftur komandi ár verður at síggja í Meistaradeildini.
Á KVF-heimasíðuni undir teiginum Ítróttur er heldur onki um at FC Suðuroy hevur vunnið uppflyting í Meistaradeildina – ikki eitt orð at finna ímillum allar hinar søgurnar um føroyskan fótbólt og hondbólt, badminton í Danmark, hondbólt í Týsklandi og Danmark, fótbólt í Stóra Bretlandi, um súkling og so framvegis.
Kanska er hetta bara ikki ein søga, sum er verd at siga í almenna Kringvarpi Føroya?
Her í syðra parti av landinum er fólk í skemti farin at seta spurningin: “KVF, hvussu langt er tað til Surriar?”


Facebook viðmerkingar