Um dagarnar hevur Ben Arabo, løgtingslimur, lesarabræv um at knýta tættari samband við Bretland. Í kjalarvørrinum av hesum hevur verið nakað av orðaskifti á sosialu miðlunum um at fáa í lag aftur sigling millum Føroyar og Skotland.
Í 1980- og 1990árunum var í eitt áramál siglt millum Suðuroynna og Skotlands. Gamli Smyril røkti hesa farleiðina, meðan gamli Teistin røkti Suðuroyarleiðina. Hendan farleið var ein týðandi farleið fyri vinnulívið í Suðuroynni, bæði í samband við útflutning av fiskavørum, og í samband við innflutning av handilsvørum til handilslívið í Suðuroynni og til restina av Føroyum. Fasta ferðasambandið til Skotlands var eisini ein nógv brúkt leið hjá ferðafólki, sum valdu Skotland og Stóra Bretland sum ferðamál.
Kommunurnar í Suðuroynni arbeiddu á vári 2018 við menning í Suðuroynni og skrivaðu tá eisini eitt tilmælið til landsstýrið undir heitinum “Suðuroyggin og framtíðin” har tað vóru 11 ítøkilig tilmæli um átøk fyri menning í Suðuroynni.
Frágreiðingin við tilmælum kann lesast her.
Tilmælið 11 í frágreiðingini fevndi um at taka uppaftur sigling til Skotlands. Ongin ivi er um, at fyri Suðuroynna og fyri Føroyar hevði tað verið eitt framúr stórt framstig at fáa í lag fasta sigling millum Suðuroynna og Skotland. Siglingartíðin er 10-12 tímar úr Suðuroynni til Scrabster, so talan er um farleið til næsta granna okkara.
Vónandi kemur okkurt gott burturúr lesarabrævinum hjá Ben Arabo og tað millum annað verður sett gongd á aftur siglingina millum Suðuroynna og Skotland.



Facebook viðmerkingar