Norðlýsið skrivar í dag: “Norðoyatunnilin varð alment tikin í nýtslu tann 29. apríl 2006 og P/F Norðoyatunnilin hevur avgjørt, at frítt verður at koyra leygardagin 25. apríl til sunnudagin 3. mai.”
Við jøvnum millumbiðlum verður lýst við ókeypis koyring gjøgnum undirsjóvartunlarnir, men tað hoyrist ikki nógv til ókeypis sigling við Strandafaraskipunum. Í so máta er økini framvegis ikki javnsett.
Kanska burdi tað verið ókeypis ferðadagar fyri øll í landinum og ikki bara fyri tey, sum brúka ávísar undirsjóvartunlar. Tað hevði gagnað øllum økjunum í landinum, ikki bara teimum, har tað eru undirsjóvartunlar.


Facebook viðmerkingar