Nú er fjórða bókin í røðini um stállínuskipini komin út.
Bókin er um árini frá 1965 til 1967.
Ongantíð í tíðini hjá stállínuskipunum, vóru hendigarnar so ógvusligar sum serliga í 1967.
Ógvusligsta hendingin var í mars í 1967, tá “Nólroyar Páll” fekk ein sjógv vestanfyri Føroyar, tá skipið var á veg til fiskiskap í Grønlandi.
Skipið legði seg langt, og fýra mans fóru í ein bjargingarbát. Teir komu ikki afturíaftur, hóast leitað var í fleiri dagar.
Myndin sum er á forsíðuni á bókini, er ein mynd sum varð tikin á vestaru bryggju í Havn, tá “Nólsoyar Páll” legði at, eftir ringu ferðina.
Í desember í 1967 kom eldur í línuskipið: “Porkerisnes”, sum var á veg til Portugal við saltfiskinum, sum skipið hevði fingið í Grønlandi. Eingin av teimum sum vóru við, fingu mein av hendingini.
Í 1967 var eisini ein hending í Grønlandi, tá “Jógvan á Gørðunum” ikki slapp úr ísinum, og hevði tørv á hjálp.
Fleiri skip komu á leiðina, og við snildum eydnaðist at fáa ein enda umborð á skipið, sum tað kundi togast úr ísinum.
Í 1965 gera skopuningar av at selja “Ólav Hvíta” til Noregs. Ein orsøk var, at teir sum áttu skipið, ikki kundu semjast um, hvat skuldi gerast. Tá var vanligt, at línuskip løgdu um til nótaveiðu, og skuldi “Ólavur Hvíti” leggja um, so var ikki pláss fyri øllum monnunum.
Teir gjørdu tí av at selja skipið, og teir fingu væl burturúr.
Í teimum árunum henda stórar broytingar, tí túrarnir á saltfiskaveiðu gjørdust longri, og tí var ringt at fáa fólk.
Tí valdu nógvir føroyingar at fara í vinnu í øðrum londum, samstundis sum nógvir føroyingar sluppu umborð á nótabátarnar, og har tjentu væl av pengum.



Facebook viðmerkingar