Nýtt ár, venjingarnar eru í gongd og hópurin byrjar at taka skap, skrivar FC Suðuroy á facebook-vangangum.
Nú eru sáttmálar gjørdir við John Villi Wøldike Leo, Alexander Holm Kilgour, Frans á Løgmannsbø, Jónas Toftum, og Rói Johannessen. Teirhava allir longt sínar sáttmálar og verða partur av FC Suðuroy komandi ár.
Sum skilst fer FC Suðuroy eisini fyrsta dagin at almannakunngera nýggja venjaran hjá bestu mansdeildini.


Facebook viðmerkingar