Markus Thorberg verður nýggjur høvuðsvenjari hjá FC Suðuroy. Tað boðar FC Suðuroy frá í dag.
Markus er ikki ókendur í føroyskum fótbólti. Markus hevur frammanundan verið venjari hjá TB og var høvuðsvenjari, tá TB, saman við okkum, flutti upp í bestu deildina í 2024.
Markus er ein ungur, spennandi venjari, sum kemur at byggja víðari uppá tað, sum vit hava gjørt síðstu árini. Hann kom til landið í gjár og er longu farin til verka, siga tey í FC Suðuroy.


Facebook viðmerkingar