Stórur áhugi fyri Dansibandsfestivalinum í Vági

BySuðuroyarportalurin

7. januar 2026

Eins og undanfarin ár, so er áhugin fyri Dansibandsfestivalinum í Vági sera stórur í ár.

Dansibandsfestivalurin verður vikuskiftið 1. og 2. mai 2026 og longu nú eru kampingplássini næstan útseld og nógv vikuskiftispass eru seld í forsølu.

Dansibandsfestivalurin hevur higartil almannakunngjørt trý nøvn og eru tey øll kend norsk dansibandsorkestur. Fyrst vórðu Hans Olaf Trøen og Odd Arni Sørensen, og síðani Contiki almannakunngjørt. Og í desember var almannakunngjørt, at norska dansibandsstjørnan Eirik Johansen við orkestri fara á pall á Dansibandsfestivalinum.

Vikuskiftispass og kampingpláss kunnu keypast á síðuni https://billett.fo/

Facebook viðmerkingar