Vaktarskifti í Føroya Arbeiðarafelag

BySuðuroyarportalurin

5. januar 2026

Nú á nýggjárinum hevur Georg F. Hansen lagt frá sær sum formaður í Føroya Arbeiðarafelag og Elin K. Sørensen, sum var næstforkvinna hevur tikið yvir formanssessin. Georg F. Hansen hevur verið formaður í knapt 15 ár

  • Eg havi lagt frá mær av persónligum ávum, men eg veit eisini, at felagið er í tryggum hondum við Elin á odda, sigur Georg F. Hansen, nú fráfarandi formaður.

Georg sigur, at baldrutsta tíðin helst var stóra verkfallið í 2024, men annars er hann kendur sum ein hóvligur maður, sum dámar best at arbeiða í tí stilla.

Av avrikum seinastu árini kunnu nevnast eftirsitilønin, betri uppsagnarrættindi, hækkaðar starvsaldursviðbøtur, viðbót til vaskifólk og hægri eftirløn. Í hansara formasskeiði er tímalønin hækkað 51,42 kr til 161,79 kr og eftirlønin er nú 12% av allari løn. Við hægsta starvsaldri er tímalønin hækkað 60,19 kr til 174,15 kr fyri 11 ára starsaldur.

Eisini hevur felagið undir hansara leiðslu vunnið limum endurgjald í rættarmálum og kærum. Eitt av prinsipiellu málunum, sum kann nevnast er endurgjald til starvsfólk fyri ikki at hava fingið setanarskriv.

Georg hevur eisini verið ein av berandi kreftunum til at savna øll arbeiðarafeløgini og fiskimannafelagið í ein yvirskipaðan felagsskap Verkafólk.

FYRIREIKA SÁTTMÁLASAMRÁÐINGAR
Elin K. Sørensen, er 52 ára gomul og hevur verið í nevndini síðani 2010. Hon hevur eisini staðið á odda fyri eftirlønargrunnin Lívsverk, og hevur starvast hjá felagnum síðani 2000.

Tann fyrsta stóra avbjóðingin verður sáttmálasamráðingarnar nú í vár, men annars skulu vit hyggja at felagnum og teimum avbjóðingum, sum eru, vísir forkvinnan á.

  • Politiskt er eisini nógv at arbeiða við – nakað av tí sum liggur mær fremst í huga er at fáa løntakarum á privata arbeiðsmarknaðinu betri lógarfest rættindi – eitt nú løn undir sjúku, vísir Elin K. Sørensen á, og leggur afturat, at lógarverkið á arbeiðsmarknaðarøkinum eigur at dagførast við nútíðarbrillum.
  • Eg veit væl, at alt verður ikki gjørt eftir einum degi, men vit mugu seta okkum mál og allatíðina stremba eftir at gerast betri, sigur Elin.

Hennara fyrsti arbeiðsdagur sum forfólk verður brúktur til at fyrireika sáttmálasamráðingar saman við hinum arbeiðarafeløgunum í Verkafólk. Sáttmálin hjá arbeiðarafeløgunum gongur út 1. mei í ár.

Facebook viðmerkingar