Verkmeistari til elverkini í Suðuroy

BySuðuroyarportalurin

21. januar 2026

Verkmeistarin á elverkunum í Suðuroy seinastu mongu árini, fer frá vegna aldur, og tí leita vit eftir einum nýggjum verkmeistara at byrja 1. apríl ella eftir avtalu. 

Elverkini í Suðuroy 
Vágsverkið er enn bulurin í elveitingini í Suðuroy og tryggjar streymveitingina, tá ið varandi orkukeldur ikki einsamallar strekkja til. Tilsamans nýggju fryntlig og dugnalig fólk starvast á Vágsverkinum, og samlaði framleiðslumátturin er 13 MW. Á verkinum eru fýra dieselmotorar og tilhoyrandi hjálpimaskinarí. Verkið hevur nútímans stýri- og eftirlitsskipan, og avlopshiti frá kølivatni verður latin Pálshøll. Umframt Vágsverkið eru vatnorkuverk í Botni og sólorkuverk í Sumba. Eisini samstarva elverkini í Suðuroy við leiðsluna av vindorkufelagnum í Neshaga og Porkeri um eftirlit av vindmyllunum í Porkeri og hava avtalu við netpartin hjá Sev um viðlíkahald av synkronkompensatorinum í Porkeri. 

Starvið 
Verkmeistarin hevur leiðsluábyrgd, og vit vænta, at tú gongur á odda og hevur ein savnandi leiklut við denti á starvsfólkatrivnað. 

Starvið fevnir um at skipa dagliga raksturin, og at mynda menningina av Vágsverkinum, vatnorkuverkinum í Botni og sólorkuverkinum í Sumba. Harumfamt at hava eftirlitið við vindmyllunum í Porkeri og at skipa viðlíkahaldið av synkronkompensatorinum í Porkeri. 

Sum verkmeistari hevur tú yvirskipaðu ábyrgdina av framleiðslu, viðlíkahaldi og rakstrarútgerð soleiðis, at elframleiðslan er støðug og trygg. Tú hevur eisini fíggjarligu og strategisku ábyrgdina og hevur ein virknan leiklut í arbeiðinum við framhaldandi útbyggingum og grøna orkuskiftinum. 

 
Vit vænta, at tú: 

  • hevur viðkomandi leiðsluroyndir ella hevur evni sum leiðari 
  • dugir væl við fólki 
  • hevur ein mennandi, savnandi og kveikjandi leiðsluhátt 
  • hevur útbúgving sum maskinmeistari og royndir innan orkuframleiðslu ella líknandi 
  • dugir at skipa arbeiðið og leggja ætlanir 
  • dugir væl at samstarva og samskifta við starvsfelagar, veitarar og viðskiftafólk 
  • hevur góðar tekniskar førleikar og breiða vitan um framleiðsluútgerð 
  • hevur royndir við fíggjarstýring 
  • dugir at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli 
  • torir at taka avgerðir 
    Neyðugt er við koyrikorti. 

Sev 
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru smidligar, møguleiki er fyri ávirkan á egið arbeiði og fakligari menning. Tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi, í tann mun tað ber til. 

Setanar- og lønarviðurskifti 
Starvsstaðurin er Vágsverkið, og tú vísir til deildarstjóran fyri framleiðslu. 
Setanarviðurskiftini eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið, og starvið er lønt í lønarflokki 35.1 eftir lønartalvuni hjá Felag Tænastumanna Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. 

Umsóknin 
Hevur hetta tín áhuga fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðslu, á telefon 218419. Umsóknarfreistin er 6. februar 2026. Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: Verkmeistari Vágsverkið. 

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn – allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið varð stovnað 1. oktober 1946

Facebook viðmerkingar