Gerst ein lyklaleikari í okkara støðugu menning
Um starvið
Ferjurnar hjá Strandferðsluni hava ómetaliga stóran týdning fyri gerandisdagin og arbeiðslívið hjá fólkinum uttan fyri miðstaðarøkið. Harumframt eru tær enntá lívæðrin fyri bæði fyritøkur og ferðavinnu. Rakstrardeildin hevur høvuðsábyrgdina av rakstrinum av ferjunum og hevur eitt tætt og neyvt samstarv við skipsleiðslunar umborð.
Starvið at leiða hetta arbeiðið er leyst at søkja hjá tær, sum brennur fyri at arbeiða við skiparakstri í yvirskipaðum høpi, og at vera leiðari við starvsfólkaábyrgd. Tað verður tú, sum leiðir, skipar og deilir uppgávurnar út – og skipini vísa øll til rakstrardeildina.
Hetta er eitt avbjóðandi starv við møguleika fyri persónligari og fakligari menning, og tú fært stóra ávirkan á menningina av Strandferðsluni, sum skal tryggja lógarásettu sjóvegis flutningsskylduna. Tú verður partur av leiðsluni og vísir til stjóran.
Høvuðsuppgávurnar sum rakstrarleiðari eru at:
- ganga á odda og hava ábyrgd fyri at leiða og eggja starvsfólkunum á rakstrardeildini at røkka felags málum
- tryggja eitt skipað arbeiði fyri okkara rakstur
- leggja greiðar stutt- og langtíðarætlanir, har tað er umráðandi at duga at samskifta tvørtur um yrkismørk og fakbólkar
Eitt týdningarmikið starv
Strandferðslan er í støðugari menning og skal komandi árini millum annað endurnýggja miðalstóru og minnu ferjurnar. Prosjektering er byrjað, og byggingin fer eftir ætlan í gongd í 2026. Tú verður sjálvsagdur partur av hesi verkætlanini, ið er ein sera týdningarmikil partur í at menna samferðsluna kring oyggjarnar. Ein onnur týðandi uppgáva er at tryggja Suðuroyarleiðina komandi árini.
Formlig krøv
Vit vænta av tær at tú hevur:
- eina miðallanga viðkomandi útbúgving innan maritimt virksemi ella aðra viðkomandi útbúgving
- royndir innan skiparakstur og maritim viðurskifti ella annan viðkomandi rakstur
- góðan kunnleika til viðkomandi tøknilig forrit
- góðar føroyskar, norðurlendskar og enskar málsligar førleikar í skrift og talu
- góð samstarvsevni og arbeiðir ábyrgdarfult, røkið og – tá ið tað krevst – sjálvstøðugt
Onnur viðkomandi krøv
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan almenna fyrisiting, starvsfólkaleiðslu og kunnleika til skjalahald, journalskipanir og Búskaparskipan landsins.
Tað hevur eisini týdning at tú trívist við at nógv ymiskt hendir í senn – stundum saman við deildini og stundum saman við øðrum leiðarum og deildum.
Setan, løn og umsókn
Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felag Tænastumanna Landsins ella avvarðandi fakfelag. Starvið verður sett 1. mars 2026 ella eftir nærri avtalu. Høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri og kann roknast við, at nakað av ferðing er knýtt at starvinum.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Dánjal Samuelsen, virkandi stjóra, á +298 343030, ella das@ssl.fo.
Umsóknarfreistin er 5. februar 2026.
Um okkum
Strandfaraskip Landsins – ella Strandferðslan – virkar kring alt landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Endamálið er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi.
Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir (8 ferjur) og 23 bygdaleiðir (48 bussar). Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 millión, harav 725.000 við ferjunum og 520.000 við bussunum. Í hesum tíðarskeiðnum fluttu Strandfaraskip Landsins 188.000 akfør.
Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk, og høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.


Facebook viðmerkingar