Minningarorð um Hannu Thomsen

BySuðuroyarportalurin

3. februar 2026

Minningarorð um Hannu Thomsen fødd Dahl  
* 14 apr. 1935   † 22 . jan 2026

Ein vøkur kvinna og eitt serstakt menniskja sum ríkaði lívið hjá okkum við sínum góðsliga og blíða lyndi er nú farin til Jesuspápan.

Hanna var borin í heim á Frederiksberg í Keypmannahavn. Foreldrini vóru Rudolf Dahl og Else Eleonora Johanne Seitzberg. Í 1938 kom hon til Føroyar saman við tveimum eldri systkjum, og tey vuksu upp í Vági i heiminum hjá Helenu og Magnus á Gørðunum. 

Je vitjaði Hannu av og á – eisini tá ið hon búði í Avhaldshúsinum. Hannu dámdi væl at práta, og hon møtti øllum við interessu og fekk øll at kenna seg væl. Eisini kundi hon fortelja áhugavert frá sínum uppvøkstri.

Eitt kvøldi í mai 2022 fór je eftir Garðabrekku, og je så, at tað var ljós í stovuvindeygunum í  Avhaldshúsinum. Tað eru hús nummar 14, og tey liggja beint vestan fyri barndómsheimið hjá Hannu. Her hevur hon búð so leingi, je kan minnast. Je ringdi til  hennara og spurdi, um tað bar til at koma og práta eina løtu.

Jú, góða, kom endiliga, segði hon, og legði aftrat….. hurðin er opin.

Je fór úr skónum og kom inn í hugnaligu stovuna. Hanna sat framman fyri sjónvarpinum og bant. Frensurin, Óli, lá við føturnar á henni. Tá ið je kom inn hoppaði hann upp í vindeygaskarmin og settist at hyggja út í myrkrið. Hanna skrúvaði nidur fyri sjónvarpinum og segði seg ikki dáma at síggja myndir frá krígnum í Ukraina.

Men best er hóast alt at fylgja við í tí, sum hendir úti í heimi, legði hon aftrat.

Hon bað meg sessast.

Okur prátaðu. Hon bjóðaði mær ein temunn og Cadbury køkur afturvið – tær góðu við sjokolátupettum í. Okur hugdu at teimum mongu myndunum, sum prýddu í stovuni. Á vegginum vestureftir uppi yvir klaverinum hevði hon tvær stórar myndir í flottum rammum.

Hatta eru myndir av abbanum, Magnus Dahl –  og ommuni, Helenu Dahl, tá tey vóru ung, segði hon.

Vóru tey so vøkur? spurdi je.

Ja, tey vóru vøkur…..serliga omman, segði hon og smíltist. Tá ið je og Magnus, bróður mín, og Ásla, systir mín, mistu mammu okkara, komu okur til ommuna og abban at búgva. Tey tóku okkum til sín sum síni egnu børn. Tá vóru tey í sekstiárunum.…. Tey vóru øgiliga góð við okkum.……. Betri foreldur kundi man ikki hugsa sær.

Í 1939, árið eftir at Hanna og systkin hennara komu til Føroyar, breyt Seinni Heimsbardagi út. Og í 1940 tá Týskland við Hitler á odda hersetti Danmark og Bretland tók Føroyar undir vernd, slitnaði sambanðið til Danmark, og tey frættu onki frá familjuni í Danmark.

Hanna minntist at tyskarnir royndu at fáa hernaðarligt vald á Føroyum. Lúðurin fór í gongd, tá eitt bumbuflogfar hjá týskarunum sást í havsbrúnni og vildi seta kósina inn yvir fjørðin.

Einaferð stóð je langt niðri á vegnum, tá lúdurin fór at ýla, og millum ýlini hoyrdi je tey rópa: Hanna ! Hanna !  Skunda tær !.….. Je varð øgiliga bangin og rann fyri lívinum niðan í kjallarin hjá abbanum. Har stóðu okur í skjól til vandin var av.

Hanna var blaðung, tá hon hitti Ejler Thomsen og bleiv gift við honum. Ejler kom úr Kollafirði og var musikalskur. Hann dugdi at spæla á harmoniku. Hanna og Ejler fingu fýra børn: Elsa, Jákup, Solgerd og Rudie. Tey eru øll musikalsk. Og tey fyltu Avhaldshúsið við sangi og spæli í uppvøkstrinum.

Er Jákup ikki sum skaptur til at spæla á klaver, spurdi je.

Jú, hann er sjálvlærdur. Je minnist, at hann fór inn í daglistovuna hjá ommuni at spæla fyri henni, meðan hon lá har í kistu,…..Tá var hann níggju ára gamal, segði hon.

Hanna starvaðist í toystovuni hjá A/S J. Dahl. Toystovan lá niðan av vaskiskúrðinum á Gørðinum.

Kundarnir vóru sum oftast nøgdir, tá je hjálpti teimum at finna klæðir, sum sótu væl, segði hon. Men je hevði eisini Kaju, mín góða starvsfelaga. Hon hevði verið har longri enn je og var góð at ráðføra seg við……Tá ið Kaja fòr ùr starvi, fór je eisini. Je vildi royna nakað annað.

Hanna starvaðist síðan sum heimahjálp, og hetta starvi lá væl fyri hjá henni. Hon hevði hjarta fyri teimum gomlu og røkti sítt starv við stórari ábyrgd.

Einaferð….  je hevði fingið frí,…..  so fór je aftur at hyggja til eina konu, sum hevði diabetes…. je stúrdi fyri, at hon ikki hevði fingið tad insulini og tann matin, hon skuldi hava, áðrenn hon legðist at sova.

Fyri Hannu var starvið sum heimahjálp eisini sera gevandi. Tey flestu gjørdist so glað hvørja fer hon kom.

Ein eldri kona, sum var einsamøll og tí ikki kom nógv út millum fólk, bjóðaði mær og manninum við til eina hugnasamkomu, sum hon var boðin til. Og hon var  takksom fyri, at okur vildu fylgja henni.

Tey seinnu árini í sínum arbeiðslívi var Hanna reingerðarfolk. Og tað er Hannu okur kunnu takka fyri at tað var so skínandi reint í Suðuroyar Sparikassa.

Tá jeg fylti runt, fekk je eisini altíð eina flotta gávu frá Sparikassanum, segði hon og vísti mær smílandi urið, sum hon hevði á hondliðinum.

Tá Ejler gjørdist sjúkur, passaði Hanna hann gott; men ein leygarmorgun stutt áðrenn hann fylti áttati, mátti hann geva upp andan.

Hóast saknurin eftir Ejler var stórur, kendi Hanna ikki til einsemi. Hon visti at Jesus var hjá sær og at hann eisini passaði uppá frensin hjá henni; men hon visti eisini, at hon ein dag skuldi hitta Ejler aftur.

Tað var vorðið seint, og je takkaði fyri hugnaligu løtuna og segði Hannu farvæl.

Nú er ikki longur ljós í stovuvindeygunum í Avhaldshúsinum. Hanna er ikki millum okkum meira; men ljós hennara vil altíd lýsa í okkum, sum kendu hana.

Takk fyri alt góða Hanna !

Marlena Dahl Joensen       
3. februar 2026

Facebook viðmerkingar