Dansibandsfestivalurin: Tað er við sorgblídni, at okur mugu boða frá, at stóra stjørnan, Eirik Johannsen, sum skuldi framføra á Dansebandsfestivalinum, tíverri hevur givið avboð vegna heilsustøðuna.
Eirik stríðist við lungasjúku, og megnar tí ikki at syngja í løtuni. Harumframt tekur hann heilivág, sum ávirkar røddina, og tí er tað ikki møguligt hjá honum at standa á pallinum, soleiðis sum okur øll høvdu glett okkum til.
Vit senda Eiriki okkara bestu heilsanir og ynskja honum skjótan og góðan bata. Okkara størsta vón er, at hann fær tað betur, og at vit aftur fáa gleðina at hoyra hansara fantastisku rødd aftur, vónandi á Dansibandsfestivalinum í 2027.


Facebook viðmerkingar