Konsert í Vágs kirkju leygardagin 28. feb.

BySuðuroyarportalurin

24. februar 2026

Leygardagin 28. februar kl. 14 verður ein spennandi konsert í Vágs Kirkju. Konsertin er við 3. árs næmingum á klassiski deild á Musikkskúlamiðnámi.

Musikkskúlamiðnám er ein 3-ára útbúgving, sum Tórshavnar Musikkskúli bjóðar til næmingar, ið hevur áhuga í tónleiki og ynskja at menna síni tónleikaligu evni, bæði í at framføra og skapa tónleik. Konsertin er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Tey, ið framføra eru:

Ásgerð Stenberg Olsen, tvørfloyta

Poulina Bjarnastein Restorff, viola

Rebekka Lindudóttir Olsen, obo

Sólja Ellen Rye, violin

Mattias Dimitris Kapnas, klaverfylgispæl

Facebook viðmerkingar