Í dag, ónsdagin 25. februar, verður 3. viðgerð av uppskotinum til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum.
Málið varð við 2. viðgerð mánadagin 23. februar samtykt við 23 atkvøðum fyri, 7 atkvøðum ímóti og 1 atkvøða var blonk.
Til 2. viðgerð varð broytingaruppskotið hjá Sambandsflokkinum felt. Væntandi er, at tað eisini verður lagt fram broytingaruppskot, nú málið verður til 3. viðgerð í dag.
Skráin fyri Tingfundin í dag er hendan:
Dagsskráin, ónsdagur, 25. februar 2026, kl. 11:00
| 1 | 3. viðgerð LM-034/2025 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) (Greiðari ásetingar um, nær útgjøld byrja og inngjøld steðga, heimildin fyri frítøku í sambandi við tíðaravmarkað starv verður strikað, umframt tekniskar broytingar og fylgibroytingar av broyttari lóggávu á almannaøkinum) |
| 2 | 3. viðgerð LM-066/2025 – Uppskot til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum |
| 3 | 3. viðgerð LM-068/2025 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Áseting av pensjónsaldri) |
| 4 | 3. viðgerð LM-078/2025 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) (Persónar, sum hava fingið tillutaða framskundaða pensjón ella fyritíðarpensjón, kunnu byrja útgjald av eftirlønarsamansparing áðrenn almenna fólkapensjónsaldurin) |
| 5 | Framløga |


Facebook viðmerkingar