Í morgun ringdi klokkarin í Vágs kirkju innringingina við lítlari klokku í Marghøllin í Vági, nú felagsguðstænasta fyri alla oynna var fyriskipað.
Tað eru prestarnir í oynni, saman við kirkjuráðunum og sunnudagsskúlunum, sum nú í nøkur ár hava tikið stig til hesa øðrvísi og hugnaligu guðstænastuna, har Marghøllin og SALT hava verið karmar um tiltakið.
Tá ið klokkan nærkaðist 11 sóust fólk ganga, trilla og koyra til Marghøllina í góða veðrinum.
Á skránni til guðstænastuna var sum altíð inn og útgangsbøn, bíbliulestur, siging og bøn, umframt nógvan sang, ið børn og vaksin úr sunnudagsskúlunum í oynni sungu fyri.

Til prædikuna tosaði Hanus Pál prestur út frá dagsins teksti, ið Patrik De Neergaard prestur læs, um týdningin ikki at meta seg sjálvan best ella fremstan, men hinvegin at gera sum Jesus sjálvur gjørdi, at hann gav seg fyri okkum, at hann lekti og uggaði, tváaði føtur og hjálpti har hann kundi. At vit soleiðis nýta Jesus sum fyrimynd at virka fyri hvønn annan.
Eftir guðstænastuna var boðið til stórt matar- og kakuborð áðrenn børnini fóru at royna hoppiborgirnar, klatriveggin og sparkaðu, ímeðan tey vaksnu prátaðu og komu hvør øðrum við.
Hetta var ein sera góð og hugnalig løta og er ætlanin at hetta framhaldandi gerst fastur táttur í kirkjuárinum og fyri kirkjur og sunnudagsskúlarnar í Suðuroynni eina til tvær ferðir um árið.



Facebook viðmerkingar