Harra- og kvinnuborðhaldini 7. mars

BySuðuroyarportalurin

21. februar 2026
Vágur, Suðuroy, Faroe Islands.

Vælumtóktu árligu Harra- og kvinnuborðhaldini í Vági verða leygardagin 7. mars. Hetta eru tvey tiltøk, sum hvørt ár eru sera væl vitjaði.

Harraborðhaldið verður sum vant í Stóra Pakkhúsi, meðan kvinnuborðhaldið verður í VB-húsinum. Eftir borðhaldini er almennur dansur í VB-húsinum, har bæði menn og kvinnur savnast. Til dansin í VB-húsinum spæla Hvarv.

Atgongumerkini til Kvinnuborðhaldið kunnu keypast á vanligu støðum.

Atgongumerkini til Harraborðhaldið verða seld í Biskupskelduhúsinum (ikki í Stóra Pakkhúsi) kl. 17 fríggjadagin 28. februar.

Facebook viðmerkingar