Talið av avlýsingum á norku strandfararutunum meira enn fýrafaldaðist í fjør, og høvuðsorsøkin er manningartrot, tí lønirnar eru ov lágar og arbeiðssømdirnar ov vánaligar. Hetta kann skjótt eisini gerast støðan í Føroyum, um politikararnir ikki vakna, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum
– Eg veit, at tað onkuntíð hevur verið um reppið, at Strandferðslan hevur verið noydd at avlýst túrar, tí tað hevur staðið so nógv á at manna okkurt skip í samsvari við trygdarkrøvini. Tað er bara ein spurningur um tíð, til tað hendir, og at tað eisini gerst gerandiskostur her, eins og tað er blivið í Norra.
Tað sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, nú nýggjastu hagtølini fyri avlýsingar í norsku strandfarasiglingini hava loypt hvøkk á politikarar har. Tí tølini vísa, at í rutusiglingini, sum norski staturin hevur ábyrgdina av, øktist talið av avlýsingum við ikki minni enn 420 prosentum í fjør í mun til í fyrraárið. Norsku fylkini varða eisini av ferjusambondum, og har gerst somuleiðis alsamt títtari millum avlýsingarnar.
Manningartrotið og tess orsøkir var eitt høvuðsevni í morgunsendingini “Helgemorgen” hjá norsku rásini NRK sunnumorgunin, og leinki til sendingina er HER.
Í Maskinmeistarafelagnum halda tey tað bara vera ein spurning um tíð, at strandfaraskip mugu avlýsa túrar vegna manningatrot
Afturúrsigldar lønir
Tað er manningartrot, sum er orsøkin til nógv tær flestu avlýsingarnar.
– Norra er sjálvandi øðrvísið samanskrúvað enn Føroyar, og sjóvegis ferðafólkaflutningurin har er í høvuðsheitum veittur út til privat feløg at taka sær av, men orsøkin til manningartrotið í teirra rutusigling er grundleggjandi tann sama sum her, nevniliga at lønir og arbeiðssømdir eru fullkomiliga afturúrsigld í mun til tey starvsøkini, sum kappast við ferjurnar um manningarnar, leggur Arnfinn Bech dent á.
Í Norra velja maskinmeistarar og navigatørar serliga vællønt størv í frálandavinnuni og í fiskivinnuni fram um størvini í strandfarasiglingini. Tað gera føroyskir yvirmenn eisini, men harafturat eru heilt nógvir føroyskir yvirmenn at finna í maskinrúminum ella á brúnni í altjóða skipaferðsluni.
Í Norsk Sjøoffisersforbund fær kravið um alment útboð av ferðafólkafarleiðunum ein stóran part av skyldini fyri, at tað gongst so illa at manna ferjurnar, tí í hørðu kappingini millum reiðaríini um at vinna útboðini, verður skorið inn á bein og meira enn tað í lønum og arbeiðssømdum.
Alment starv ongin fyrimunur
Onkur føroysk farleið er eisini boðin út, men yvirskipað er føroyska strandfarasiglingin enn almenn og størvini skipað eftir sáttmálum við Fíggjarmálaráðið.
– Ein skuldi trúð, at tað var ein fyrimunur, tí politiska skipanin átti at sæð týdningin av, at ferðafólkaflutningurin er kappingarførur í lønum og arbeiðsumstøðum, so trygd er fyri, at skipini kunnu mannast og ikki knappliga mugu avlýsa vegna manningartrot. Men veruleikin er, at tað í so máta yvirhøvur ongan mun ger, at landið umvegis Strandferðsluna eigur skipini og varðar av siglingini.
– Í Norra verða lønir og sømdir hildnar niðri, tí flutningsfeløgini vilja hava størri avlop og millum annað løna leiðslunum við milliónaupphæddum í bonussum aftur fyri, at tær við einum pennastroki kuta túrar burtur í ferðaætlanunum. Í Føroyum ger mann nakað tað sama, einasti munur er, at her letur mann bara áhaldandi lønir og sømdir dragna, tí politiska skipanin konsekvent noktar at betala tað, sum tað veruliga kostar at reka strandfarasigling á einum tryggum og álítandi grundarlagi, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum.
Arnfinn Bech leggur tó dent á, at hetta als ikki skal skiljast soleiðis, at hann hevði hildið tað verið betri, um strandfarasiglingin bleiv privatiserað.
– Nei, tí har er Norra jú eitt ræðandi dømi um, hvat so hendir. Á borgarafundinum um Suðuroyartunnilin, sum var í Salt í seinastu viku, hoyrdi eg gaman í Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, bera fram júst tað sjónarmiðið, at stóð tað til hana, so bleiv øll strandfarasiglingin privatiserað. Men hesum taka vit í Maskinmeistarafelagnum absolutt ikki undir við, sigur hann.
– Her letur mann bara áhaldandi lønir og sømdir dragna, tí politiska skipanin konsekvent noktar at betala tað, sum tað veruliga kostar at reka strandfarasigling á einum tryggum og álítandi grundarlagi, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum
Bussførarar tjena meira
Hinvegin heldur hann tað vera alneyðugt at gera okkurt munagott við lønarlagið, um strandfarasiglingini skal verða lív lagað.
Í Norsk Sjøoffisersforbund vísa tey á, at ein ófaklærdur í norsku alivinnuni fær meira í løn enn skiparin á einari ferju í almennari rutusigling, og á sama hátt vísir Arnfinn Bech á, at ein bussførari hjá Bussleiðini í Havn tjenar meira enn maskinmeistarar í starvi hjá landinum ella í kommunalum starvi í Føroyum.
– Hetta gongur slett ikki longur, okkara limir, sum hava eina fantastiska útbúgving, finna seg ikki í tí og leita sær haðar, har teirra førleikar og dugnasemi verða vird, og lønin er samsvarandi. Í øllum samráðingunum, sum vit hava havt við almennu arbeiðsgevararnar, síðan eg bleiv formaður í Maskinmeistarafelagnum, hava vit roynt at fáa politisku skipanina at skilja álvaran í hesum – at týðandi samfelagstænastur og veitingar eru í vanda fyri at steðga upp vegna trot á maskinmeistarum, tí mann ikki vil rinda ta løn, teir hava uppiborið. Tað er ikki minst galdandi fyri ferðafólkaflutningin hjá Strandferðsluni, og vandin økist dag um dag, sigur Arnfinn Bech.


Facebook viðmerkingar