Heilt frá floksbýtinum í 1906 til annan heimsbardaga, varð í føroyskum politikki lítið tosað um loysing.
Tá var tað mest kjakið um samband og sjálvstýri, ið skilti partarnar. Sjálvstýri var nakað tað sama sum vit í dag kalla heimastýri – tað at føroyingar kundu yvirtaka málsøki at umsita so hvørt sum umstøður vóru til tað.
Í 1948 fingu vit heimastýri, og tí broyttist kjakið til at vera meira um samband og loysing. Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin blivu tá kallaðir “heimastýrisflokkarnir”, meðan nýggi flokkurin Tjóðveldisflokkurin vildi “kvetta á stokkinum” og “stovnseta republikkina”.
Fólkaflokkurin var tá, eins og nú, okkurt slag av loysingarflokki, sum tó hevði tað best, um einki hendi á tí økinum.
Nýggj orð hóast somu kós
Í 1998 hendi aftur ein broyting. Høgni Hoydal var blivin tann nýggja stjørnan hjá Tjóðveldisflokkinum, og hann vildi ikki brúka orðið “loysing”, tí stórur meiriluti av Føroya fólki vildi ikki hoyra tað orðið. Tí vóru onnur meira snild orð drigin fram, sum ljóðaðu betur í oyrunum hjá teimum flestu, hóast ætlanin framvegis var tann sama.
Fyrst var tað “skipað loysing”, men tað bleiv skjótt broytt til “fullveldi”, “frælsan felagsskap” og enntá “samband við øll heimsins lond”.
Fyri at halda fast við upprunaveljararnar hjá Tjóðveldisflokkinum bleiv orðið “loysing” sníkt inn ymsastaðni, og vit síggja enn í dag, at flokkurin brúkar slagorð sum: “Hetta loysa vit saman”, og “Vit skulu loysa gerandisdagin”.
Kaffifundir í Tinganesi
Í eini roynd at fáa breiðari undirtøku fyri fullveldisætlanini í 1999 vórðu táverandi andstøðuflokkar bodnir til sonevndar “kaffifundir” í Tinganesi. Sjálvandi vistu samgonguleiðararnir, at samstarv við Sambandsflokkin um loysing var ikki ein møguleiki, men Javnaðarflokkurin var tó kanska at tosa við. Eg var við á onkrum av hesum kaffifundunum, og tá var dyrgt við orðinum “ríkjafelagsskapur” (sum jú líkist ríkisfelagsskapi, hóast tað merkir heilt nakað annað).
Royndu at fáa Javnaðarflokkin við
Tann 24. september 1999 hevði Sosialurin eina samrøðu við Høgna Hoydal, har yvirskriftin var: “Fullveldi er ikki at kvetta.” Í innganginum stóð: “Høgni Hoydal vísir staðiliga á, at fullveldisætlanin ikki merkir at kvetta frá Danmark, men heldur er talan um økt samstarv. Tí er hann vísur í, at Javnaðarflokkurin eisini fer at taka undir við fullveldisætlanini.”
Í greinini segði Høgni Hoydal eisini: “Føroyar sum fullveldisríki, eru nógv betur fyri at samstarva við Danmark og onnur lond.” Hetta er júst tað sama sum teir fimm flokkarnir í tjóðarsemjuni siga í dag.
– Hetta er ikki loysing og hetta snýr seg um tættari samstarv við Danmark og onnur lond.
Men tað eydnaðist ikki at fáa Javnaðarflokkin at hoppa uppá fullveldisvognin – í hvussu so er ikki tá. Jóannes Eidesgaard, táverandi floksformaður, endaði formansrøðuna á tiltikna landsfundinum í Skopun tann 17. septembur 1999 við orðunum: “Vit ofra ikki vælferðina á sjálvstýrisins altari.” Júst tað at Javnaðarflokkurin ikki vildi verða við í fullveldisætlanini hevur síðani verið roknað sum ein av høvuðsorsøkunum til, at tað ikki eydnaðist at fáa undirtøku fyri hesi ætlanini.
Ríkjafelagsskapur
Fleiri ár seinni (á ólavsøku 2012) helt táverandi løgmaður, Kaj Leo Johannesen, eina løgmansrøðu, har hann millum annað segði: “Eg droymi um ein ríkjafelagsskap við trimum sjálvstøðugum londum.”
Kaj Leo plagdi at senda mær løgmansrøðurnar áðrenn hann helt tær, fyri at eg kundi viðmerkja um okkurt var, sum átti at verið orðað øðrvísi. Tá eg sá hesi orðini segði eg við hann, at orðið “ríkjafelagsskapur” merkir felagsskapur millum fleiri ríki, og tað merkir í roynd og veru loysing. Hann valdi tó at brúka orðið, hóast hann legði nakað heilt annað í tað.
Í Sambandsflokkinum var stór misnøgd við hetta, tí hetta var ikki nakað, sum flokkurin tók undir við. Hann stóð rættiliga einsamallur við hesum úttalilsinum, og málið bleiv tikið upp í landsnevndini hjá flokkinum. Góðar tvær vikur eftir ólavsøku skrivaði Kaj Leo á sínum facebook-vanga:
»Høvdu ein sera góðan fund í gjár við tingbólki og landsnevnd, semja er um at gerða eina ætlan, um eina nýskipan innanfyri ríkisfelagsskapin, vónandi kann ein sovorðin ætlan verða okkara íkast til eina tjóðarsemju um eitt nýtt samstarv, millum londini í ríkisfelagsskapinum«.
Nú royna loysingarkreftirnar aftur
Nú verður herjað á aftur við loysingini, og hesaferð er Javnaðarflokkurin ikki bara við á vogninum – nei hann beinleiðis stýrir vogninum!
Framferðin er júst tann sama sum seinast. Vit fáa at vita, at hetta snýr seg als ikki um at kvetta – nei tvørturímóti – vit skulu samstarva meira við Danmark. Nýggja hugtakið er: “sjálvstøðugt land”, og tá spurt verður, hvat tað merkir, so er svarið, at tað er “ikki loysing.” Kortini sigur Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, at tað snýr seg um at skipa Føroyar sum stat.
Løgmaður sigur umaftur og umaftur, at talan er um “ríkjafelagsskap”, og at tað er tað sama sum Kaj Leo (og harvið allur Sambandsflokkurin) eisini hevur ynskt. Tað virkar sum at alt snýr seg um at finna eitt orð, sum ein sambandsløgmaður einaferð brúkti, og so er ikki meira at tosa um. – Men hetta snýr seg altso um Føroyar og okkara felags vælferð. Hetta er loysing úr ríkisfelagsskapinum – tað sama sum Javnaðarflokkurin ikki á nakran hátt fekst at taka undir við fyri góðum 25 árum síðani.
So nú verður spennandi at síggja, um Javnaðarflokkurin hesaferð “vil ofra vælferðina á sjálvstýrisins altari.”
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


Facebook viðmerkingar