100 FERMETRA ÍBÚÐ Í HAVN FYRI 2,5 MIÓ. KR. – Soleiðis loysa vit tað

BySuðuroyarportalurin

11. mars 2026

Í dag er tað gerandiskostur, at íbúðir í Havn verða seldar fyri 4 – 5 mió. kr. – og tá er skjótt at enda við einum lánsgjaldi á 15 – 18.000 kr. um mánaðin, og tá eru allar aðrar útreiðslur í gerandisdegnum ikki goldnar.

Øll vita, at hetta er púra ómøguligt fyri nógvar familjur í Føroyum í dag. 

Vit hoyra nógv um, at tað er dýrt at byggja, men tað eru eisini nakrar fyritøkur kring landið, sum byggja nýggjar hampiliga stórar íbúðir, sum verða seldar fyri ein rímiligan kostna, soleiðis at tú hevur ráð at rinda lánsgjaldið við einari vanligari inntøku.

Í Vági ber til at byggja íbúðir á 100 fermetrar, sum verða seldar fyri 1,8 mió. kr. Um somu íbúðir vórðu bygdar í Havn og grundstykkið kostaði t.d. 0,7 mió. kr. meiri pr. íbúð, so hevði talan framvegis verið um eina íbúð fyri 2,5 mió. kr. Ein prísur, sum mann als ikki sær á nýggjum íbúðum í Havn í dag. 

Hvussu ber tað til at summi kunnu byggja so bíliga? 

Tað er ivaleyst ein spurningur, fleiri sita við. 

Eisini eg, og tí havi eg verið hjá fleiri stórum og smáum fyritøkum og sett teimum spurningin. Ber tað til at byggja eina íbúð fyri ein fermetraprís, sum fólk hava ráð til? Ein fermetraprís, sum ger, at tey kunnu selja eina íbúð á 100 fermetrar fyri 2.5 mió. kr.?

Svarið eg fái flest allastaðni er ja. Og tað er tað vit síggja í Vági. 

Men orsøkin til, at tað ikki verður gjørt, er tí eftirspurningurin er so stórur kring landið og serliga í Havn. Tað merkir, at hóast íbúðir verða bygdar í Havn fyri ein tilsvarandi bíligan penga fyri hvønn fermetur, men søluprísurin fer til himmals, tí íbúðarneyðin er stór, og harvið eftirspurningurin ótrúliga høgur. Tað merkir, at ein vanlig familja ella ein stakur persónur, skal av við 4-5 mió. kr. 

Tað er sjálvsagt gott, at vinnulívið tjenar pengar. Men eg haldi bústaðarneyðin, sum framvegis ikki er loyst, hóast vit hava tosað um tað í áravís, krevur nýhugsan. 

Loysnin er málrættað byggiætlan 

Loysnin er, at land og kommunur og byggifyritøkur í felag taka ábyrgd. 

Ein partur snýr seg um at land og kommunur tilvelja fyritøkur, sum byggja bíligari. Tú skalt hava fyrimun og framíhjárætt sum fyritøka, um tú kanst levera ein prís, sum fólk kunnu rinda. 

Annar partur fevnir um, at kommunur seta grundstykkir av, sum bara kunnu fara til fyritøkur, sum binda seg til at byggja bíligar bústaðir.

Triðji partur er, at landið skal tilvelja fyritøkur, sum byggja bíligari, tá lestrarbústaðir verða bygdar. 

Fjórði partur er kanska ikki nakað ein politikari skal blanda seg í. Men kortini fari eg at nevna tað – at tað verða gjørdir sølusáttmálar millum hesar fyritøkur, og tey sum keypa, sum viðføra, at keyparin ikki bara kann selja hesar bíligu íbúðir víðari til okursprís. (Tað ber eisini til).

“Hatta fer ongantíð at bera til”

Sjálvur havi eg roynt tað í verki, at fáa stórar byggiverkætlanir fyri ein prís, sum fleiri søgdu, ikki bar til.

Tá vit fóru undir at byggja Páls Høll og arbeiddi við einum byggikostnaði á umleið 20 mió. kr., sum svaraði til ein prís á 9.000 kr. fermeturin, søgdu nógv, at “hetta fer ongantíð at bera til”, tí ein svimjihylur eigur at kosta umleið 35.000 kr. fermeturin. Altso næstan fýra ferðir so nógv, sum vit æltaðu.

Tá Páls Høll var liðug, kostaðu teir 2.250 fermetrarnir umleið 22,5 mió. kr. (við byggirentum) og var byggikostnaðurin sostatt umleið 10.000 kr. fermeturin.

So sjálvandi ber tað eisini til at byggja bíligari bústaðir kring landið. Tað krevur bara at hugsa loysnir. Fyri teg, meg og Føroyar

VIt eru longu byrja. Meira um tað fyrsta dagin.

Dennis Holm
Valevni fyri Tjóðveldi

Facebook viðmerkingar