Oyggjaland uttan oyggjapolitikk

BySuðuroyarportalurin

23. mars 2026

Okkara stórfingna og serstaka oyggjaland má hava ein útjaðarapolitikk. Vit mugu varðveita fjølbroytnið í landinum og ikki hokna undir miðsavningini. Tí hvørjar Føroyar ynskja vit?

Útjaðarin er vorðin til nakað, man tekur hædd fyri og hevur samkenslu við. Men útjaðarin er ikki trupulleikin. Tvørturímóti er útjaðarin partur av loysnini, bæði tá hugsað verður um bústaðir og sjálvbjargni, hvørs týdningur í hesum døgum gerst alsamt sjónligari.

Við miðsavningini skapa vit bústaðar- og starvsavbjóðingar. Bústaðartrotið er so stórt, tí tilflytingartrýstið í Tórshavn veksur skjótari, enn kommunan kann fylgja við. Og síðan sleppa spekulantar og bankar at leggja støðið fyri, hvussu og hvar, vit skulu búgva.

Í Føroyum hava vit til allar tíðir víst, hvussu væl vit duga at húsast og brúka okkara tilfeingi á staðnum. Vit hava breyðføtt børn okkara við natúrliga ríkidøminum har, sum vit búgva, og tað hevur alstóran týdning at varðveita ta vitan og førleikar, sum treyta hesa staðbundnu framleiðslu.

Útjaðarin er í nógvum førum grundarsteinurin undir føroyska samleikanum – sum vit øll eru errin av og vilja vísa fram, m.a. til ferðafólk. Og ferðavinnan er góð, men vit skulu ikki einans raðfesta og varðveita okkara mentanararv fyri at vísa ferðafólki.

Vit hava útoyggjafólk, ið gera eitt megnar arbeiði fyri at varðveita føroyska mentan, okkum øllum at gagni. Eitt útoyggjafelag fyri átta oyggjar við stórum týdningini, men sum ikki er raðfest á fíggjarlógini.

Útjaðarapolitikkur eigur at innihalda eina stuðulsskipan og sersømdir til teirra, ið virða og ynskja at arbeiða fyri okkara mentan og tilfeingi. Har vit stuðla landbúnaði og atgongd til tilfeingi í útjaðaranum.

Vit skulu raðfesta og virða útjaðaran landspolitiskt – og tað skal vera nú, áðrenn hann hvørvur, og tað ikki vendst aftur.

Hvørjar Føroyar, hvønn høvuðsstað, hvørjar bygdir?

Eg ynski eitt fjølbroytt samfelag og land, bæði í bústøðum, størvum og frítíðarvirksemi.

Eg ynski ikki sovibygdir og -býir rundan um høvuðsstaðin, men at vit framvegis skulu hava gerandislív í bygdunum og útoyggjunum.

Vit skulu hava ein livandi, nútímans og fjølbroyttan høvuðsstað – ein sterkan høvuðsstað sum savningsstað í okkara serstaka oyggjalandi. Men ein sterkari høvuðsstaður er ikki neyðturviliga størri enn Havnin, vit hava í dag.

Vit mugu javna út og gera tað møguligt at búleikast, virka og liva á bygd og smærri býum. Hetta gera vit m.a. við almennum skrivstovufelagsskapum á bygd, fjarlestrarmøguleikum, serskipan fyri heilársbústaðir og samferðsluraðfesting.

Sum fyrsta valevni til hetta løgtingsval, tók eg bygdir og útjaðaramenning við í mínum hjartamálum. Nú koma fleiri við og sjálvandi skal eitt oyggjaland við 18 oyggjum hava økismenning og útjaðarpolitikk raðfest høgt.

Eg fari at arbeiða fyri, at Føroyar vera ein sterk sjálvstøðug tjóð við sterkum høvuðsstaði og sterkum bygdum.

Fyri fríum vali, vel Marin í Dali

Facebook viðmerkingar