Aftur í dag var Marghøllin karmur um frálíka fótbóltsskúlanum hjá FC Suðuroy.
Karmarnir, sum Vágs kommuna hevur til íðkandi í Vági, eru sera góðir og tað prógvaði Marghøllin aftur ídag. Fleiri enn 60 børn umframt venjarar og hjálparfólk myndaðu í dag enn ein væleydnaðan fótbóltsdag.
Longu frá morgunstundini hittust venjarar og hjálparfólk til felags morgunmat og til rættar leggjan av venjingum og dystum, áðrenn leikararnir møttu kl. 10.00
Høvðusungdómsvenjarin á dreingjasíðuni hjá FC Suðuroy Finn Johannessen sigur um soleiðis um fótbóltsskúlan:
Hetta hevur víst seg sum nakrir heilt frálíkir dagar til fótbóltsskúlan hjá okkum, men karmarnir í Marghøllini gjørdu dagarnar heilt í topp. Venjarar og hjálparfólk hava kýtt seg og tað hevur eisini sæst aftur í andlitsbrøgdunum á ungu leikararunum, ið vóru tilmeldaði ársins fótbóltsskúla, so vit kunnu ikki annað enn siga at vit eru takksom fyri hesar dagarnar.
Vit høvdu felgasupphiting báðar morgnarnar, har stuttleiki var týðandi partur, so fóru børnini í bólkar deildir eftir aldri til venjingar, beint áðrenn døgurða vóru nógvar smáar og ymiskar kappingar á skránni. Tá ið døgurðin var etin var fari til dystirnar og so endaði dagurin við frukt og vaflum áðrenn leiðin gekk í Pálshøll har allir luttakarnarnir sluppu at svimja.
FC Suðuroy takkar øllum luttakarum, stuðlum, venjarum og hjálparfólkum fyri frálíkar fótbóltsdagar í Vági og vónar at síggja enn fleiri leggja leiðina til fótbóltsskúlan í páskaferiuni komandi ár.





Facebook viðmerkingar