FC Suðuroy ímóti B36, TB ímóti FC Hoyvík

BySuðuroyarportalurin

2. apríl 2026

Ónskvøldið var lutakast í steypakappingini um Løgmanssteypið.

Bæði FC Suðuroy og TB fingu í lutakastinum heimavølli í fyrsta umfari, sum verður 15. og 16. apríl.

FC Suðuroy skal spæla ímóti B36 á Eiðinum, meðan TB skal spæla ímóti FC Hoyvík við Stórá.

Vinnarin aav dystinum ímillum FC Suðuroy og B36, skal spæla á útivølli ímóti vinnaranum av dystinum ímillum HB og B71.

Vinnarin aav dystinum ímillum TB og FC Hoyvík skal á útivølli spæla ímóti vinnaranum av dystinum ímillum AB og Víkingi.

Alt llutakastið er her:

Fyrsta umfar

15. og 16. apríl

1 FC Suðuroy – B36

2 FC Hoyvík – TB

3 Víkingur – AB

4 KÍ – ÍF

5 EB/Streymur – NSÍ

6 HB – B71

7 B68 – MB

8 07 Vestur – Skála

Fjórðingsfinalurnar

HB/B71 – FC Suðuroy/B36

Víkingur/AB – FC Hoyvík/TB

B68/MB – KÍ/ÍF

07 Vestur/Skála – EB/Streymur/NSÍ

Facebook viðmerkingar