Fyrsti triðingur av 1. deild 2026 spældur

BySuðuroyarportalurin

12. mai 2026
Mynd: Bjartur Vest

Farna vikuskiftið var 9. umfar í 1. deild á skránni og er fyrsti triðingurin av 1. deild 2026 sostatt spældur.

FC Suðuroy er á odda við 25 stigum. Víkingur hevur 20 stig og B71 hevur 19 stig. Í botninum eru NSÍ við seks stigum og EB/Streymur við trimum stigum.

Skoytast skal tó uppí, at øll liðini hava ikki spælt níggju dystir, tí TB manglar tveir dystir, ein ímóti HB og ein ímóti FC Hoyvík, og hetta fer sjálvsagt at føra við sær broytingar í stigatalvuni, í mun til soleiðis sum hon sær út beint nú.

Tað eru í veruleikanum bara fimm lið, sum hava møguleikan at flyta upp í Meistaradeildina. Tey eru FC Suðuroy, B71, ÍF, TB og FC Hoyvík.

Sambært reglunum hjá FSF, so flytur bn. 1 í 1. deild beinleiðis upp, um felagið ikki frammanundan hevur lið í Meistaradeildini.

Nr. 2 flytir eisini beinleiðis upp, um:

  • felagið ikki hevur lið í Meistaradeildini frammanundan, og
  • liðið endar nr. 2 ella nr. 3 í 1. deild.

Endar uppflytingarhóskandi liðið nr. 4–8 í 1. deild, skal tað spæla upp- og niðurflytingardyst móti nr. 9 í Meistaradeildini. Endar liðið nr. 9 ella 10 í 1. deild, verður bert eitt lið flutt upp.

Nógvir dystir eru eftir at spæla og nógv stig eru at spæla um, so stigatalvan kann síggja nógv annarleiðis út, tá komið er út á summarið og út á heystið.

Seinasta umfar áðrenn summarsteðgin er leygardagin 4. juli, og seinasta umfar av kappingarárinum er leygardagin 24. oktober.

Facebook viðmerkingar