Adolf Ryggshamar skeyt fyrsta almenna málið í Marghøllini

Fríggjadagin 15. Juni var alment hátíðarhald í Marghøllini í samband við at Marghøllin varð alment tikin í nýtslu.

84 ára gamli Adolf Ryggshamar, sum er ein gamal VB’ari og dyggur stuðul hjá bæði fótbóltinum í Vági og ikki minst hevur víst Marghøllini stóran áhuga, var kosin at skjóta fyrsta almenna málið.

Og tað var eisini ein rørdur Adolf Ryggshamar sum skeyt bóltin í málið frammanfyri stóri mannamúgvuni, sum var komin saman til hátíðarløtu í Marghøllini.

Facebook viðmerkingar