40 ára starvsdag á Suðuroyar Sjúkrahúsi

BySuðuroyarportalurin

10. juli 2026

1. juli hevði Astrid Vestergaard 40 ára starvsdag á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hon hevur hesi 40 árini starvast sum sjúkrasystir á Seingjadeildini.

    Hetta varð hátíðarhildið í kantinuni á sjúkrahúsinum í gjár, har Astrid eisini fekk handað Den Kongelige Fortjenstmedalje.

    Hátíðarløtan byrjaði við, at Hanus Toftheyggj, sjúkrahússtjóri helt røðu fyri Astrid og segði m.a. soleiðis:

    “Við tínum trúfesti, fakliga hegni og stóru umsorgan fyri øðrum, hevur tú øll hesi árini sett tíni spor bæði hjá sjúklingum og starvsfeløgum. Tú er ein álítandi, arbeiðssom og hjartaligur starvsfelagi, sum hevur givið arbeiðsplássinum meira enn tað, sum kann mátast í árum.
    Onnur hvørji jól og annaðhvørt nýggjár hevur tú verið her á sjúkrahúsinum – ikki tí tú hevði hug til at vera heimanifrá, men tí at tað er ein partur av at verða sjúkrasystur og arbeiða á Seingjadeildini, her er tørvur á, at starvsfólk eru til arbeiðis alt døgnið allar 365 dagarnar í árinum.
    Hetta er tískil eisini eitt arbeiði, sum ikki bara ávirkar starvsfólkið, men alla familjuna. Tey hava vant seg við, at mamma, konan ella omman ikki altíð eru heima, tá tey hava frí, heldur ikki altíð tá høgtíðir eru.
    Hetta er nakað, eg havi ómetaliga stóra virðing fyri. Tí uttan fólk sum teg hevði okkara sjúkrahúsverk ikki virkað.
    Sum trygdarumboð hevur tú eisini víst styrki. Tú torir at siga frá, tá ið okkurt er, sum ikki eigur at vera – og tú gert tað á ein virðiligan og sakligan hátt – og tað er ein eginleiki, sum hevur stórt virði.”

    Síðani handaði Hanus Astrid Den Kongelige Fortjenstmeldalje, umframt gávu og blómur frá sjúkrahúsinum.

    Aftaná helt Lisbet V. Jacobsen, deildarleiðari á Seingjadeildini røðu og handaði Astrid gávu frá starvfólkunum á Seingjadeildini.

    Borðreitt varð við leskiligum munnbitum, køkum og kaffi fyri familju og starvsfólki, og nógv nýttu høvið at heilsa uppá Astrid hesa løtuna.

    Facebook viðmerkingar