RÁK Lab – ein royndarverkætlan
Hetta er royndarverkætlanin fyri eina størri visjón, sum partur av Fab Lab Vágur: at menna eitt fyribils endurnýtslu- og nýskapanarlab (reuse and innovation lab), grundað á staðbundnar tilfeingiskeldur.
RÁK Lab leggur grundarlagið undir eitt langtíðararbeiði, har Fab Lab Vágur yvir komandi ár fer at kanna og menna nýggjar mátar, at arbeiða við endurnýtslu, burturkasti og skapandi framleiðslu í einum smidligum, fyribils verkstaði.
Verkætlanin fer at koyra samstundis við virkseminum hjá Fab Lab komandi árini og fer at kanna ítøkiligar mátar, at umskapa burturkaststilfar til nýggjar vørur, samstundis sum hon fremur burðardygd, skapandi arbeiði og staðbundna nýskapan.
Fab Lab Vágur er eitt skapandi og burðardygt prototypaLab í Suðuroy, har øll kunnu koma inn at brúka tøkni, so sum 3D-prent, laserskerara, CNC-maskinur og aðra talgilda framleiðslutøkni, til at menna hugskot. Okur sameina nýggja tøkni, lokalt tilfeingi og felagsskap í verkætlanum innan endurnýtslu, ull, tara og plast.
Okkara mál er at styrkja kreativitet, nýskapan og burðardygd í Føroyum.
Málið er einfalt: at minka um dálking og samstundis skapa nýtt virði úr tí, sum annars hevði verið burturkast.
Hví RÁK hevur týdning? Hetta snýr seg ikki bara um plast.

Í hesum fysta stigi fara vit at:
• royna at knúsa plast
• royna at smelta og forma tað
• menna fyrstu prototypurnar
• byggja vitan og royndir til næstu stig
Hetta stigið er grundarlagið undir RÁK.
Hví RÁK hevur týdning
Tað snýr seg um:
• okkara viðkvæmu náttúru
• okkara felags ábyrgd
• okkara førleika, at venda einari avbjóðing til nakað jaligt
Við at stuðla RÁK vísir tú, at eisini smá samfeløg kunnu ganga á odda.
Ver partur av RÁK
Vit bjóða øllum at vera við og stuðla einari rørslu, sum arbeiðir fyri einari reinari og meira burðardyggari framtíð.
Allur stuðul er kærkomin, og vit vilja longu nú takka tær fyri, at stuðla okkara dreymaverkætlan.
Allur stuðul á hesum stigi fer til at:
– Fíggja tvær vikur við fulltíðararbeiði, hjá einum toymi við tveimum fólkum, sum skulu seta pop-up lab upp, í november 2026.
– Menna og fremja eina røð av pilot workshops (íroknað strandarudding) saman við næmingum úr Vágs Skúla og skapa grundarlagið undir eini verkætlan, sum seinni kann latast upp fyri øllum í lokalsamfelagnum.
– Skapa eitt fyribils pop-up hub við plássi til maskinir, útgerð og framsýning. Eitt innbjóðandi stað til læru, royndir og almenna luttøku.
– Byggja eina undirtøku upp, fyri einum felagsskapsdrivnum og felagsskapsriknum átaki, sum stimbrar tilvitan, styrkir samstarv og stuðlar einari burðardyggari framtíð.
Lesið meira her um hvussu eisini tit kunnu stuðla RÁK Lab.


Facebook viðmerkingar