Burðaravlopið ávirkar fólkatalið í Suðuroynni

BySuðuroyarportalurin

13. juli 2026

Í 12 mánaðar tíðarskeiðinum frá juni 2025 til juni 2026 moinkað fólkatalið í Suðuroynni við 31, og búðu tað 1. juni 2026 4.493 fólk í Suðuroynni.

Gongdin í teimum sjey kommununum er ymisk. Fólkatalið vaks eitt vet í Vágs kommunu (+7) og í Fámjins kommunu (+2), og stóð í stað í Hovs kommunu. Hinvegin minkaði fólkatalið í Sumbiar kommunu (-1), Hvalbiar kommunu (-4) og í Tvøroyrar kommunu (-34).

Verður hugt eftir orsøkini til minkingina í fólkatalinum, so er tað serliga negativa burðaravlopið, sum ger munin – tað at tað eru deyð væl fleiri enn tað eru fødd. Í 12 mánaðartíðarskeiðinum frá juni 2025 til juni 2026 vóru tað fødd 35 børn í Suðuroynni, meðan tað doyðu 65 fólk í Suðuroynni og var burðaravlopið sostatt negativt við 30.

Verður hugt eftir til- og fráflyting, so fluttu tað 12 fólk fleiri til Suðuroynna uttan úr heimi í nevnda tíðarskeiðið (82 fluttu til, 70 fluttu frá), men fluttu tað 13 fólk fleiri úr Suðuroynni til aðrar partar av landinum (172 fluttu til, 185 fluttu frá).

Samanumtikið er negativa burðaravlopið høvuðsorsøkin til minkingina í fólkatalinum frá juni 2025 til juni 2026.

Facebook viðmerkingar