Umframt svimjarar, venjara og ferðaleiðara, eru Katja Lervig Vestergaard og Rakul Nolsøe í Lágabø eisini við til EM.
Tær hava útbúgving sum altjóða yvirdómarar í svimjing, og hava tí sín virkna leiklut í at fáa EM at glíða so væl sum tilber.
Til kappingar heima eru útbúnir yvirdómarar alneyðugir, og Katja og Rakul hava staðið ótroyttiligar til mangar kappingar, sum strekkja seg yvir fleiri dagar á rað.
Tað hevur alstóran týdning, at vit sum svimjitjóð eiga fólk, sum hava nýggjastu vitanina um svimjing, broytandi reglur og skipanir – og kunnu bjóða okkum fram í heimshøpi eisini, skrivar Svimjisamband Føroya.


Facebook viðmerkingar