Sunnudagin var fyrsti dystur hjá kvinnunum hjá FC Suðuroy í Meistaradeildini síðani 2012.
FC Suðuroy fekk seint í summar bjóðað møguleikan at spæla seinnu hálvu í Meistaradeildini, og tóku sjálvandi av møguleikanum, sigur Jakob Skaaning, venjari.
Men av tí, at vit fingu spurningin seint í summarferiuni, merkti tað samstundis, at flytingargluggin langt síðani var afturlatin og ongin møguleiki var fyri at styrkja um hópin fram til kappingarbyrjan, sigur Jakob.
Sunnudagin var so fyrsti dysturin á skránni og var tað á útivølli ímóti 07 Vestur, sum vann dystin 4-0.
Ikki besta byrjanin, men tó ein ábending um at fjarstøðan upp til hini liðini ikki er óendaliga stór og at okkara kvinnur væl kunna kappast við hini liðini í bólkinum og við hørðum arbeiði og eitt sindur av hepni, kunna vinna sær nøkur stig í hesum endaspælinum, sigur venjarin, sum eisini vísur á, at tey hava ein sera ungan hóp.



Facebook viðmerkingar