Heystskeiðið á Ítróttaháskúlanum byrjað

BySuðuroyarportalurin

21. august 2026

Mánadagin byrjaði heystskeiðið á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy og er skeiðið fullsett.

Teir 48 næmingarnar byrjaðu sum vant skúlaskeiðið við intro-túri í náttúruni í Suðuroynni.

Hesaferð gekk leiðin til Sumbiar og hava næmingarnar m.a. gingið allar 10 sunnastu fjallatopparnir í Suðuroynni og hava sjálvandi eisini dippað á sandinum í Sumba.

Ítróttaháskúlin er ein sera vælumtóktur skúli og áhugin fyri at sleppa á skúlan er stórur og sæst hetta eisini aftur í fullsettum heyst og várskeiðum.

Facebook viðmerkingar