Miðnámsskúlanæmingar á summarskúla í Grønlandi

BySuðuroyarportalurin

21. august 2026

Í summar hava tríggir næmingar á Miðnámsskúlanum í Suðuroy verið á summarskúla í Grønlandi í 2 vikur. Tað eru Eir, Marna Lý og Silja, ið hava luttikið í ASIMI Science Camp, og lært m.a. um náttúruna, ymisk plantusløg, grótsløg og havlívføði. Tær hava verið við til at gjørt kanningar og luttikið í ymiskum verkætlanum. ASIMI er ein summarskúli fyri næmingar í Danska Ríkisfelagsskapinum við luttakarum úr øllum danska kongaríkinum.

Summarskúlin var í Qequrtarsuaq, ið liggur við suðurstrondina av Diskooynni í Vesturgrønlandi, og er kent fyri fjøltáttaða náttúru við arktiskari tundra, blómandi ongum, basalt, jøklar og fjøll. Her hava tær verið á fjallatúr, sæð jøklarnir og verið úti í báti og hugt eftir hvalum.

Umframt hetta hava tær lært um grønlendska mentan og knýtt nógv nýggj vinarbond.

Fleiri myndir eru á Facebook-vanganum hjá Miðnámsskúlanum í Suðuroy.

Facebook viðmerkingar