Hervið verður bjóðað til stovnandi fund fyri Suðuroyar Vinnulívsfelag

BySuðuroyarportalurin

27. august 2026

GG: Hetta er sami fundur, sum bleiv avlýstur vegna forfall 30. Juni.

Øll við áhuga fyri vinnulívinum í Suðuroy eru hjartaliga vælkomin til stovnandi fund fyri Suðuroyar Vinnulívsfelag í morgin, hósdagin 27. august kl. 19.00 í Miðnámsskúlanum í Hovi.

Endamálið við fundinum er at stovna eitt felag, sum kann arbeiða fyri at styrkja og menna vinnulívið í Suðuroy, umboða felags áhugamál og skapa betri samstarv millum vinnurekandi, fyritøkur og aðrar viðkomandi partar.

Á skránni verður m.a.:

  • Stigtakararnir greiða frá ætlanini við felagnum
  • Símun Hammer frá Eysturoyar Vinnulívsfelag greiðir frá, hvussu tað felagið riggar.
  • Viðgerð og samtykt av viðtøkum
  • Val av nevnd
  • Umrøða av átøkum, sum felagið skal taka sær av út árið.
  • Ymiskt

Vit vóna at nógv vinnurekandi, og umboð fyri fyritøkur, møta upp til fundin.  Ein lítil kaffimuður verður eisini at fáa á fundinum.  Gott høvi at stilla spurningar og netverka.

Vælkomin at senda til onnur, sum tit halda burdu luttikið.

Stigtakararnir.

Facebook viðmerkingar