Suðuroyar Sparikassi vælnøgdur við úrslitið fyrra hálvár 2026

BySuðuroyarportalurin

27. august 2026

Suðuroyar Sparikassi: Hálvársúrslitið 2026 vísir eitt úrslit á 1,7 mió. kr. aftaná skatt sammett við 3,7 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.  

Hálvársúrslitið er lægri enn í fjør, ið tó eisini var serstakliga gott orsakað av óvanliga lágum niðurskrivingum og stórum avlopi á virðisjavnanum.   

Hækking í bæði inn- og útlánum 
Útlánini hækkaðu úr 619 mió  kr.  upp í 662 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur á 43 mió. kr. ella 7%.  

Innlánini vóru 850 mió. kr. sammett við 831 mió. kr.  sama tíðarskeið í fjør, sum er ein hækking á 19 mió. kr. ella 2,3 %.

Eginkapitalurin er øktur úr 80,5 mió. kr. upp í 82,6. mió. kr. sammett við sama tíðarskeið í fjør.  

Solvensur og gjaldføri 
Solvensurin var 26,6 % samanborið við 24,6 % í 2025. Lyklatalið fyri gjaldførið var 996 % í mun til lógarkravið á 100 %.

Søren Lünell Bruhn, stjóri, sigur: “Vit eru vælnøgd við fyrra hálvár 2026. Nógv virksemi hevur verið, og vit hava havt úr at gera.”

Hálvársfrágreiðingin kann lesast her

Facebook viðmerkingar