Leygardagin 29. august lata vit dyrnar upp til Kafé Tvørá – og vit gleða okkum ómetaliga nógv at hátíðarhalda dagin saman við tykkum, skriva Todi og Poulina á Facebook-vanganum hjá Kafe Tvørá.
Hátíðardámur verður leygardagin
KL. 14–16
Dyrnar lata upp, og vit bjóða ókeypis kaffi & søtt afturvið.
Lív & Tróndur koma eisini framvið og spæla nøkur løg.
KL. 17–00
Køkurin letur upp.
Tak onkran, tú kennir, undir armin og kom og royn okkara leskiligu matskrá.
Nú lata vit dyrnar upp – og vóna, at tit fara at fylla Kafé Tvørá við lívi, hugna og góðum løtum, skriva Todi og Poulina.


Facebook viðmerkingar