Hovs, Porkeris, Vágs og Sumbiar kommunur standa framvegis saman um ætlanina at útbyggja og nútímansgera heilsumiðstøðina í Vági. Kommunurnar vísa á, at málið hevur drálað alt ov leingi og hevur skapt óneyðuga óvissu millum borgarar og heilsustarvsfólk. Nú ynskja kommunurnar, at ein loysn verður funnin, so farast kann víðari við verkætlanini.
Borgarstjórarnir í Hovs, Porkeris, Vágs og Sumbiar kommunum hittust 20. august at viðgera støðuna viðvíkjandi heilsumiðstøðini. Fundurin varð hildin í kjalarvørrinum á skrivið frá Heilsu- og orkumálaráðnum, dagfest 14. juli 2026.
Kommunurnar fegnast um áhugan hjá landsstýriskvinnuni at tryggja góðar heilsutænastur í nærumhvørvinum og takka fyri vitjanina í juni. Samstundis staðfesta tær, at tær framvegis standa saman um ætlanina at byggja út og nútímansgera verandi heilsumiðstøð í Vági.
Ein vælvirkandi heilsudepil er longu í Vági
Heilsumiðstøðin í Vági er í dag karmur um eina breiða viftu av heilsutænastum. Har starvast millum annað kommunulæknar, kommunulæknar undir útbúgving, læknaskrivarar, kostfrøðingur, heilsufrøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur, audiologur, økispsykiatriin, fótarøkt, tannlækni, heimahjálpir og heimasjúkrarøktarfrøðingar. Hølir eru eisini til blóðbankan hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Kommunurnar hava í áratíggju raðfest heilsutænastur í nærumhvørvinum høgt. Arbeiðið við heilsumiðstøðini í Vági røkkur aftur til endan 1970’unum, og síðani 1980 hava kommunurnar í felag ment heilsutænastir í nærumhvørvinum. Hetta er sostatt ikki ein nýggj ætlan, men framhald av einum meira enn 40 ára longum samstarvi um at tryggja borgarunum góðar og fjølbroyttar heilsutænastur í nærumhvørvinum.
Ein fíggjarliga ábyrgdarfull loysn
Kommunurnar meta, at útbyggingin og nútímansgerðin av heilsumiðstøðini í Vági er fakliga, fíggjarliga og burðardygt rættasta loysnin. Ætlanin byggir á at varðveita og menna teir karmar og tær tænastur, sum longu eru til staðar. Við at endurnýta, nútímansgera og byggja út verður verandi tilfeingi gagnnýtt, samstundis sum karmarnir kunnu tillagast framtíðar tørvi.
Kommunurnar hava skyldu at umsita skattainntøkurnar ábyrgdarfult, og mett verður ikki, at ein heilt nýggj heilsumiðstøð á Tvøroyri liggur innan fyri fíggjarligu karmarnar hjá øllum kommununum. Ætlanin er sostatt fíggjarliga skynsom fyri smærru kommunurnar, sum skulu kunna bera sín part av íløguni.
Drálið hevur avleiðingar
Orðaskiftið um eina felags heilsumiðstøð fyri alla oynna hevur ført til togtogan millum kommunurnar og hevur skapt óvissu hjá borgarum, kommunulæknum, kommunulæknum undir útbúgving og øðrum heilsustarvsfólkum. Samstundis hevur orðaskiftið seinkað verkætlanini í Vági munandi. Kommunurnar vóru komnar væl áleiðis við fyrireikingunum, tá málið tók eina aðra vend.
Kommunurnar meta, at hevði hetta drál ikki verið, hevði verkætlanin við heilsumiðstøðini í Vági verið komin nógv longri og verið nær við at vera liðug. Tí halda kommunurnar, at tíðin nú er komin til at fáa eina greiða loysn.
Ynskja samstarv um at koma víðari
Hovs, Porkeris, Vágs og Sumbiar kommunur ynskja ikki, at heilsumiðstøðin í Vági verður niðurløgd og ein nýggj miðstøð bygd á Tvøroyri. Kommunurnar standa fast við ætlanina um at menna verandi heilsumiðstøð í Vági. Samstundis leggja kommunurnar dent á, at tær ynskja eina loyn í góðum samstarvi við Heilsu- og orkumálaráðið og landsstýriskvinnuna.
Kommunurnar vóna tí, at Heilsu- og orkumálaráðið og landsstýriskvinnan síggja álvaran og tyngdina í verkætlanini. Hetta er ein ítøkilig og fíggjarliga skynsom verkætlan, sum byggir á meira enn 40 ára samstarv og raðfesting av heilsutænastum í nærumhvørvinum. Verkætlanin er ment í tøttum samstarvi við kommunulæknar og onnur heilsufólk, soleiðis at hon tekur atlit til tørvin hjá heilsufakfólkum og borgarum. Samstundis stendur innbjóðingin send Hvalbiar, Tvøroyrar og Fámjins kommunum framvegis við at gerast partur av hesi verkætlan.


Facebook viðmerkingar