So nærkast Johannudagurin

ByMagnus Pauli West

30. august 2026

Fríggjadagin 4. og leygardagin 5. september verður Johannudagurin aftur hildin í Vági. Í tveir dagar verða Vágs Havn og Vágsfjørður karmur um tiltøk fyri bæði børn og vaksin.

Byrjað verður fríggjakvøldið við syngið við umborð á Johannu, og leygardagin verður nógv á skránni allan dagin. Um viðrar, koma træskipini Thorshavn, Dragin og Westward Ho á vitjan, og sjálvandi liggur okkara Johanna TG326 eisini við kai. Grindabátarnir fara á fjørðin, kappróðrarbátar kappast, og børnini kunnu fara á skattaveiðu við sjórænarunum. Og ikki minst verður stóra vatnkríggið á skránni.

Á skránni eru nógv onnur tiltøk, og dagurin endar við Johannubuffi, syngið við og bryggjudansi við Vinmonnum.

Tað eru felagið Johanna TG 326, Vágs kappróðrarfelag og Vágs kommuna, sum fyriskipa Johannudagin.

Sí alla skránna her.

Facebook viðmerkingar