Myndakappingin hjá Lions Suðuroy

BySuðuroyarportalurin

30. august 2026

Lions Suðuroy skipar fyri einari myndakapping. Endamálið er at finna tær vakrastu myndirnar av Suðuroynni til at prýða Lions  Árskalendaran við. Lions Kalendarin 2027 er avgreiddur og farin til prentingar. Arbeitt verður nú, við kalendunum fyri 2028, 2029 og frameftir.

Nú er at finna myndatólið fram og finna myndir fram, ið eru tiknar í og av Suðuroynni.

Brúkast skulu 13 landslagsmyndir, ein til hvønn mánaðan og eina serstaka mynd til forsíðuna.

Lions Suðuroy ynskir myndir úr øllum bygdum í Suðuroynni, soleiðis at vit fáa lýst tær fýra árstíðirnar, vár, summar, heyst og vetur.

Treytir:

· Høg myndagóðska

· Innsendast kunnu hægst 13 myndir frá hvørjum sendara

· Myndirnar skulu helst verða úr øllum bygdum, umboða ártíðirnar.

Myndirnar skulu sendast til Lions Suðuroy við telduposti, sum skjótast, jú fyrr og fleiri myndir, jú betur møguleika at koma við í kalendaran. Sendast skal til e-mail: lionskalend@gmail.com  – við frámerki Lions Myndir

Vinnandi myndirnar verða virðisløntar við kr. 500,00 pr. stk.  Tó verður forsíðu myndin virðislønt við kr. 1.000.

Facebook viðmerkingar