Tað byrjaði sum ein lítil tanki, um hugnaligt og øðrvísi gongu- og rennitiltak í Suðuroynni, men áhugin fyri at luttaka breiddist skjótt og til fyrsta Føroya Sunnasta í fjør vóru útvið 250 luttakarar.
Nú leygardagin verður so fyri aðrufer skipa fyri hesum tiltakið, og áhugin vísir seg at vaksa, tí nú eru fleiri enn 300 tilmeldaði.
Sermerkta við 21,1km teininum leygardagin er, at ein kann renna framvið sjóvarmálanum, inni í tunnli, gjøgnum bygdir, uppi í haganum og samstundis kann ein steðga og vitja inn í kirkjur og bønhús, ið eru á leiðini á mál.
Tað er virkna rørslufelagið í Suðuroynni Hvistan, ið saman við fleiri skipa fyri hesum árliga tiltakið. Teinurin ið runnin ella gingin verður í ár, er frá SALT á Drelnesi, framvið Øravík og víðari til Hovs, og síðani Porkeris, og seinast gjøgnum Vág, og vesturi móti Vágseiði, har málið er við Vágshøll.
Í sambandið við tiltakið verður Hovstunnulin stongdur í millum kl. 10.00 og 12.00 leygardagin 22. september, og verður latin upp aftur, so skjótt seinasti luttakarin er komin ígjøgnum tunnilin, og tískil má koyrast um Hovseggina hesa løtuna, og vónandi vísa bilførarnir varsemi, nú fleiri enn 300 fólk fara av Drelnesi suður til Vágs.
Facebook viðmerkingar