Stovnandi aðalfundur hjá havbaðifelagi í Suðuroynni verður mánadagin 1. oktobur 2018 kl. 18.00 á Café MorMor á Tvøroyri.
Felagið fer at arbeiða fyri at skapa felagskap kring havbaðing og at virka fyri góðum umstøðum til havbaðing í Suðuroynni.
Ein bólkur av havsvimjarum/dypparum í aldrinum uml. 15-84 ár, hava í eina tíð svomið/dyppa á sjónum ymsa staðni í oynni, m.a. í Víkagerði í Froðba, í Ørðavík, í Nesi, í Hvalba og í Oyruni í Tjaldavík.
Ynski er at fáa betri umstøður við m.a. sauna og skiftirúmi, og í arbeiðnum við hesum verður felag stovna.
Felagið er fyri øll, bæði kvinnur og menn, við áhuga fyri havbaðing. Og vit síggja fegin nýggjar limir.
Um veðrið verður til vildar, er ætlanin at dyppa eftir fundin. Takið svimjiklæðir, handklæði og møguliga baðiskógvar ella ullintar hosur og kanska húgvu við.
Facebook viðmerkingar